Stabbamynd greinar

Talið á skúlum minkað í helvt - næmingatalið trífaldað

Gongdin seinastu seksti árini hevur verið, at talið á skúlum er farið niður um helvtina, meðan næmingatalið í miðal fyri hvønn skúla er trífaldað.

5. januar 2016

Í 2013 vóru skúlarnir í Gøtu og Leirvík lagdir saman, og í 2015 vóru skúlarnir í Klaksvík og Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í Havn samanlagdir. Í stabbamyndini er samanleggingin av skúlunum í Sunda kommunu, frá 1. januar 2016, ikki tikin við.

Tað eru tó ikki samanleggingar, sum eru høvuðsorsøkin til stóru minkingina í skúlatalinum. Orsøkin er heldur minkingin í barnatalinum í útjaðaranum, soleiðis at eingi børn hava verið eftir í bygdini, ella at foreldur hava valt at skriva børn síni inn í ein størri skúla. Smáu skúlarnir við færri enn 50 næmingum eru fækkaðir mest.

Í skúlaárinum 2015/16 er samlaða talið á næmingum í fólkaskúlanum 6907, sum ganga í 43 fólkaskúlum kring landið umframt tveimun frískúlum. Næmingatalið er frá einum næmingi í minsta skúlanum til 791 næmingar í størsta skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.