Tíðindi

Talgildir fundir í koronatíðum

Arbeiðið á felagnum er mest sum óskert. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

24. mars 2020

Nú alt landið hevur lagt á annan bógv, og vit skulu arbeiða sum mest heimanífrá, hevur nevndin í Føroya Lærarafelagi eisini brúkt henda arbeiðsháttin.

Arbeiðið á felagnum er mest sum óskert. Skrivstovan er stongd fram til 30. mars. Tó verða allir fyrispurningar, sum koma via telefon ella við telduposti, viðgjørdir og svaraðir. Tey, sum arbeiða í húsinum hjá felagnum í Pedda við Stein gøtu, hava lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at tey ikki hittast, men arbeiða saman, hvør sær.

Nevndarfundir verða hildnir sum vanligt. Tað er sjálvsagt øðrvísi at sita heima og fundast. Børnini hava frí úr skúla og skulu hava møguleika at gera sítt heimaarbeiði, hugna sær og ymiskt annað, samstundis sum foreldrini eru heima, uttan at verða órógvað alt ov ofta.

Arbeiðið í Lærarafelagnum er væl lagt til rættis, so fundir av ymiskum slag eru settir í kalendaran rúma tíð, áðrenn fundirnir eru. Tað eru økisfundirnir við álitisfólkini kring landið, sum í ár eru settir at vera frá 2. til 26. mars, eisini. Fyrsti økisfundurin, ið skuldi vera á Sandoynni, varð útsettur vegna veður. 5. mars var økisfundur á Giljanesi. Tað er altíð gott hjá okkum í nevndini at koma út á skúlarnar. Tað er lættari at tosa við um skúla og skúlaviðurskifti í heimligum umhvørvi, og tað er eisini lættari at seta orð á arbeiðið og arbeiðsviðurskifti, tá vit síggja umstøðurnar arbeitt verður undir, og hvussu arbeiðið fer fram. Hetta verður ein missur fyri okkum í nevndini, nú fundirnir verða hildnir talgilt.

Nakrar broytingar hava verið í ætlaðu økisfundunum orsakað av koronasmittuvandanum. Fundur var við álitisfólkini í Suðuroynni hósdagin 19. mars. Á fyrsta sinni hevur FL havt fund á netinum; sjálvandi er tað Teams, sum er okkara arbeiðis/fundarstaður. Teams er lætt at brúka. Øll hava atgongd, og so er eisini eitt hav av møguleikum. Tað er ómakaleyst at hava framløgur og annað á skerminum hjá øllum luttakarunum samstundis. 23. mars varð fundur við álitsfólk á Sandoynni, og soleiðis halda økisfundirnir hjá Lærarafelagnum fram.

Henda serstøðan, heimurin er komin í, hevur eisini víst okkum, hvussu skjótt vit megna at tillaga okkum. Vónandi varir hendan koronatíðin ikki alt ov leingi, so vit aftur sleppa at møta til arbeiðis.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.