Tíðindi

Talgilda framtíðin – hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt?

Fyrsta bók av sínum slagi á føroyskum

24. juni 2020

Nógv er hent á tøkniliga økinum seinastu árini, og hetta hevur í stóran mun ávirkað mátan, vit eru saman upp á,  hvussu vit samskifta, og hvussu vit brúka tíð okkara. Men tað er ikki einans tøkninýtslan hjá teimum vaksnu, ið er økt munandi. Tøknin hevur eisini otað seg inn á gerandisdagin hjá børnum og ungum í ein mun, sum eingin hevði ímyndað sær bara fyri fáum árum síðani.

Stóra broytingin á tøkniliga økinum hevur elvt til spurningin: Hvussu fyrireika vit børnini til hesa tøkniligu framtíðina? 

Bókin viðger í dýpdina, hvussu tøkninýtsla ávirkar læring og menning hjá børnum og ungum og tekur støði í neuro-, kognitións- og menningarsálarfrøði. Millum evnini, ið bókin viðger, eru: Snildfon í skúla er ikki snild, PISA-kanningin, sBøkur, Google-ávirkanin, Talgildisbúgving, miðlamultitasking og koronaskúlin.

Bókin vendir sær til øll, sum eru áhugað í tøkninýtslu hjá børnum og ungum og teirra læring og menning: foreldur, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðingar.

Tað er Gitte Klein, sálarfrøðingur, lærari og master í positivari sálarfrøði, ið hevur skrivað bókina. Gitte Klein hevur seinastu 10 árini vegleitt foreldrum, skúlum og stovnum, tá ið talan er um tøkninýtslu. Anna Sofía Andreasen hevur teknað permumyndina, og Bartal Páll Klein hevur teknað myndir inni í bókini.

Bókin er 166 blaðsíður til støddar.

Bókaframløga verður í skúlanum við Løgmannabreyt 24. juni 2020 klokkan 19. Á framløguni fer høvundurin at greiða stutt frá innihaldinum, og høvi verður at ogna sær eitt signerað eintak. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.