Tíðindi


Tað er bæði sunt og gott, at vit eru ósamd – men vit mugu vera samd um fakta!

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á aðalfundi Føroya Lærarafelags 21. apríl 2018

6. mai 2018

Góðu lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags

Eg takki fyri innbjóðingina og høvið at bera tykkum eina heilsan á aðalfundi tykkara í dag.

Ein tilkomin kona kom til mín í gjár, tá eg var vesturi í Vágum at seta teir sera spennandi savnsdagarnar, sum eru hetta vikuskiftið. Hetta var inni í høllini á Giljanesi, har hon tók hond mína og varliga legði ein lítlan hvítan brævbjálva inn í lógvan. “Hygg her Rigmor, hetta skalt tú hava!”

Í brævbjálvanum lá eitt kort og eitt gamalt fotografi av seks børnum – ein systkinaflokkur í Miðvági fyrst í síðstu øld, harav tað sæst, at eitt av børnunum er øðrvísi enn hini. Tað er lítli Ejvind, sum var dvørgur.

Kortið er eitt yndisligt jólamotiv, sum eitt glansibílæt, og á baksíðuni stendur, við vakrari hondskrift soleiðis, 18/12-1930: Kæri Ejvind. Eg ynski tær av hjarta eini gleðilig jól. “O salig Stund, o klare Nat, da du Jesus blev födt vor Sjæleskat.” Hervið nógvar blíðar heilsur til tín og öll tíni kæru frá tínum gamla kennara. Joh. Elias Joensen.

Eg skilti á konuni, sum er millum fyriskipararnar av forkunnugu fotoframsýningi við myndum eftir Sofíu og Ólavi í Kirkjastovu, at Eivind goymdi hetta jólakortið sum reyðagull alla sína livitíð.

Góðu áhoyrarar - takk fyri seinast, sum fyri skúlaleiðslurnar var niðri á Hafnia til skúlaleiðarafund, og tykkum lærarar í Norðurlandahúsinum, har vit umrøddu lærarans leiklut í einum framtíðar skúla. Sjálv fekk eg nógv burturúr tiltakinum, har allir lærarar landsins – helvt um helvt dag um dag – vórðu savnaðir til fakliga ífyllu og sosiala samveru. Vónandi fingu tit eisini okkurt brúkiligt heim við.

Tit hava øll ein týðandi leiklut í virksemi skúlans og ganga, saman við leiðslunum, á odda at menna fólkaskúlan.

Lærarin er lívæðrin í undirvísingini, men eisini á so nógvan hátt ein lívæðr fyri hin einstaka næmingin og persónligu og sosialu menningini. Tí kann lærarastarvið ikki sammetast við onnur størv. Fakligi førleikin og fyrireikingin eru kjarnin, men tit skulu duga so nógv annað.

Tit eru drívmegin og fyrimyndin, frá tí, at tit stíga inn í flokshølið. Tit motivera, kenna hin einstaka og taka hædd fyri henni ella honum, tit samansjóða og skapa trivnað. Gera tað torføra lættskilt og leggja afturat tí einfalda, og soleiðis tryggja tit øllum næmingum avbjóðingar á teirra støði.

Og so kenna tit týdningin av, at tá ið tað er stuttligt at læra, so kveikja vit forvitni og skapanarevni næmingsins, so hann heldur á at spyrja og granska, og tráar eftir at royna sínar hugsanir og talentir.

Soleiðis leiða tit næmingin framá, so hann ikki møðist, men finnur meining í tí, hann arbeiðir við.

Tað er, sum vit lesa í yrkingini Hvíldarløta hjá Richard Long:

Tá eg var ungur, eg var so spurin eg vildi vita,

hví eygur brenna, hví hendur fjøtrast og hjørtu tita,

 

og hví vit liva, og hvar vit fara og annað tílíkt,

ið elur trætnað og kallast einfalt, tó tað er tvílíkt,

 

og vildi fegin á lívsins loynd fáa fastatøkur,

og mól um strætir og sá meg øran og keypti bøkur,

 

og las meg fastan og var so klókur sum gomul rotta,

ið fær ein grunan av víðum himni, úr trongum glotta.

 

Nú veit eg betur; eg undrist ikki, um eitthvørt dettur,

tí fyri hvørt, sum eg fekk at vita, var tvífalt eftir.

Til at røkja hesa fjøltáttaðu uppgávu er neyðugt, at bæði lærarar og leiðslur hava hollan námsfrøðiligan og fakligan førleika, at vit skúlafólk støðugt grunda yvir og seta spurningar við tilfar og teoriir og duga at meta um, hvat er fup ella fakta, – og hvat byggir á gransking.

Ella sum tikið verður til: Tað er bæði sunt og gott, at vit eru ósamd – men vit mugu vera samd um fakta!

Og viðhvørt spyrji eg meg sjálva, um vit trongja til eina nýggja upplýsingartíð, bæði her heima og í heiminum øllum. Ja, hetta ljóðar kanksa heilt absurd, ella sum lagnunnar speisemi, at ynskja sær nýggja uppLÝSING í hesum kunningartíðum. Men tað meini eg, tí vitan og læring er alneyðug fyri, at vit framhaldandi kunnu rópa okkum upplýst fólkaræði!

Sum skaldið sigur: Vit koma ongantíð á mál í okkara undran og leitan, tí tað er altíð okkurt eftir at rannsaka - nýggj viðurskifti, nýggj vitan og broyttar fortreytir, sum stinga seg upp, bæði í samfelagsmenningini, náttúruumstøðunum og politiskt.

Vit kunnu hava okkara egnu áskoðan um ymisk viðurskifti, men tað er umráðandi, at undirvísingin, bæði innan fak og námsfrøði, eru granskingargrundað, so langt sum til ber.

Eftirútbúgving og íblástur

Fortreytin fyri, at lærarar og leiðsla kunnu røkja sítt starv er støðug førleikamenning og íblástur. Vit hava eina væl útbúna lærarafjøld, eisini við fleiri serútbúgvingum, og øll skulu hava umstøður at fáa íblástur og at mennast. Vit hava tí skipað fyri skeiðum, sum eru  fyri øllum lærarum m.a. innan fakliga lesing, kunningartøkni og floksleiðslu.

Íblástur er neyðugur, og eisini er umráðandi, at lærarar hittast fyri at læra av royndum hvør hjá øðrum. Hetta er eisini orsøkin til, at eg havi tikið stig til hesar afturvendandi læraradagar, har vit hava umrøtt happing, floksleiðslu og framtíðarskúlan. Í heyst verða tey 17 heimsmálini á skránni.

Nám skipar eisini fyri hópin av skeiðum alt árið, og Mentamálaráðið hevur skipað skeið í testtilfari til byrjarnarundirvísingina, skeiði í CD- orð og øðrum tøkniligum hjálparmiðlum. Hesi skeið eru serliga knýtt at lesimenningini og at veita lesi- og skriviveikum munagóða hjálp.

Fólkaskúlalógin

Eg havi sagt tað fyrr, men endurtaki tað her: Vit hava ongar ætlanir at kollvelta føroyska fólkaskúlan!

Og hóast vit vita, at onki er perfekt, so kanst tú spyrja, hví egentliga ikki umskapa alt? Tað er tí, at hvønn einasta dag, tá ið eg hyggi út gjøgnum vindeyga, so síggi eg heimsins besta land – og tað merkir heilt einfalt, at vit hava ein góðan skúla! At vit so ikki skora so høgt, tá vit samanbera okkum við lond, sum vit annars ikki vilja samanberast við, havi eg ongan ampa av: Sæð við altjóða brillum, so eru Føroyar eitt trygt og framkomið norðurlendskt vælferðarsamfelag við virkisfúsum vinnulívi, útbúnari arbeiðsmegi, lítlum ójavna, javnrætti, fólkaræði, tøttum relatiónum – og einum einastandandi mentanarlívi.  Alt er ikki perfekt, so langt ífrá, men alt hetta kann hvørki OECD ella nakar annar taka frá okkum!

So also: Ongin kollvelting her – men tiltrongdar tillagingar av og á sjálvandi!

Tó liggur í løtuni eitt lógaruppskot í tinginum við nøkrum tillagingum í fólkaskúlalógini – serliga innan sernámsfrøðiliga økið og Førleikastovurnar, sum vórðu skipaðar fyri seks árum síðan. Her vanta nakrar ásetingar í lógini, umframt, at lærarar sóknast eftir vegleiðingum fyri síni arbeiðsøki. Og so er eisini ein lítil áseting um føroyskan dans, sum tit helst hava lagt til merkis.

Fólkaskúlin er altíð politiskt aktuellur, og vit hava gjøgnum langa tíð havt ein tvørpolitiskan bólk, sum umrøður viðurskifti innan fólkaskúlan. Í heyst verður aðalorðaskifti í tinginum, har vit fara at viðgera ymiskt, bæði innihaldsliga og bygnaðarliga. Nakrar broytingar koma vónandi afturat, og ætlanin er, at lógarbroytingar og aðalorðaskifti skulu ganga hond í hond, so tvørpolitiska arbeiðið, lógarbroytingar og aðalorðaskifti ganga hond í hond.

Eitt, sum gongur aftur, er, at okkara skúlabørn hava hægsta undirvísingartímatal og skúladagatal í Norðurlondum. Hetta mugu vit hyggja at – tí kvantitetur er ikki tað sama sum kvalitetur. Og hvussu fáa vit meira handaligt, listaligt og musiskt innihald í skúlan – sum breitt ynski er um. Hvussu skipa vit eftirmetingar? Og hvat við øðrum nútímans tilboðum, so sum forritan, íverksetan, filosofi, karrieruvegleiðing?

Og hvat við klassakvotientinum? Nýggj gransking hevur júst í vikuni staðfest, at tað uppá sikt er ein risa fyrimunir búskaparliga at lækka næmingatalið í flokkinum, ella at hava tvílæraraskipan í øllum floksstigum. Og hetta vita vit lærarar: At tíð saman við næminginum er tað, sum gevur nakað í hinum endanum!

Leiðsla

Eg eri sannførd um, at námsfrøðiligi parturin er sera týðandi liður í menning fólkaskúlans. Tí tók eg eisini, sum eitt hitt fyrsta, stig til eina námsfrøðiliga leiðsluútbúgving, sum byrjaði í august í fjør.

Námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingin er ætlað sum eitt menningarátak í føroyska fólkaskúlanum, og er í fyrsta umfari serliga ætlað teimum, sum hava leiðsluábyrgd í fólkaskúlanum ella lærarum, sum hava áhuga fyri at átaka sær leiðslustarv.

Uppgávan hjá leiðsluni er at menna eina lærandi skipan og felagsskap í einstaka skúlanum, og at skapa karmar, so læraratoymini kunnu ráðleggja soleiðis, at allir næmingar fáa hóskandi avbjóðingar og samstundis skapa ein felagsskap í flokkinum, har hvør einstakur finnur sítt pláss og trívist.

Mín vón er, at námsfrøðiliga leiðsluútbúgvingin fer at skapa tilvitan um floksfelagsskap og heildarmenning hjá tí einstaka, har hædd verður tikin fyri fakligum, mentanarligum og trivnaðarligum samspæli. 

Bygnaðarbroytingar

Sum tit kanska hava frætt, fara umskipanir fram í Mentamálaráðnum í løtuni. Mentamálaráðið verður skipað sum eitt málaráð átøkt øllum hinum aðalráðunum, har politikmenning og lógarfyrireiking fer fram.

Síðan verður eitt Undirvísingarstýrið, sum burturav tekur sær av tí rakstrarliga partinum av skúlanum – eitt økið, sum annars hevur lyndi til at taka alla orkuna í ráðnum.

Harumframt verður Nám í nógv størri mun tann námsfrøðiligi vitin og kveikingardepilin fyri øll starvsfólk á økinum, líka frá barnagarði til miðnám, herundir eisini Sernám. Her er vert at vísa á, at sett verða ábyrgdarfólk fyri fakligari- og námsfrøðilgari menning, og at lærugreinaráðgevar verða settir í starv aftur innan ymsu fakini.

Sernámsfrøðiliga økið og trivnaðararbeiði

Í mun til sernámsfrøðiligu skipanina, verður miðað eftir, at hon verður ein sjálvsagdur partur av almennu skipanini bæði innihaldsliga og játtanarliga, har inklusjónshugtakið skal verða partur av broytingunum, sum vera gjørdar.

Tá tað er sagt, so liggur tað mær nær, at Sernám verður varðveittur sum sjálvstøðugur stovnur, men hevur tætt tilknýti til Nám og Undirvísingarstýrið.

Tað er avgerandi neyðugt, at vit síggja fólkaskúlan sum eina heild, sum skal og eigur at kunna bjóða øllum okkara næmingum hóskandi undirvísingartilboð. Hesum máli kunnu vit bert røkka, um vit hava fjølbroytt og dygdargóð tilboð til ymiskar tørvir og avbjóðingar, sum okkara børn eru í. Tað kunnu vera brek, sum barnið er føtt við ella fingið ígjøgnum uppvøksturin, men tað kunnu eisini vera truplar og avbjóðandi kring- og lívsumstøður, sum gera, at barninum tørvar at vera í serliga stuðlandi skúlaumhvørvi. Í hesum sambandi liggur tað mær hjartanum nær, at vit megna at skapa fjølbroytni í mátanum at skipa skúla, har vit m.a. eisini kunnu tryggja dygdargóð sertilboð bæði við serflokkum og serskúla. Arbeitt verður miðvíst við hesum júst nú, og Mentamálaráðið hevur ráðleggingarfund við umboðum fyri serflokkar, Skúlan á Trøðni og Sernámi fyri at leggja til rættis komandi ár og fáa skipanina við serflokkum, Skúlanum á Trøðni og Sernámi at hanga betur saman og at møguleikar fyri vitanardeiling vera øktir.

Mær kunnugt arbeiða allir skúlar við trivnaðarøkinum í tráð við endurskoðaðu fatanina av happing, har vit fara burtur frá, at happing og mistrivnaður verður knýtt at einstaka barninum, men at vit heldur hyggja eftir mentanini í flokkinum. Nærum allir skúlar hava nú eina endurskoðaða trivnaðarætlan í tráð við nýggju paradigmuna. Hetta fegnist eg um. Nýggj trivnaðarkanning verður gjørd í heyst, so tá verður spennandi at vita, um vit hava flutt okkum frá seinastu kanningini, sum var gjørd í 2015.

Seinastu samráðingarnar

Akkerslærari

Tað frøddi meg, at tað ikki gjørdist neyðugt við ógvusligum tiltøkum ella verkfalli í sambandi við samráðingarnar herfyri. Eg fegnist um teir batar, ið sáttmálin hevur við sær, bæði lønarliga, men eisini í aðrar mátar. Skipanin við akkerslærara verður nú ment, so at eisini nýsetti lærarin fær tíð í virksemisætlanini. Tað ger, at royndi lærarin saman við nýútbúna læraranum fáa góðar umstøður at gera fyrstu tíðina í krevjandi starvinum lættari. Ein slík mentorskipan mennir sambandið millum ættarliðini í lærarastættini og tryggjar, at royndir lærarar eru við til at seta við.

KT-økið skal verða endurskoðað

Eg havi áður víst á, at KT-økið í skúlaverkinum má verða endurskoðað og broytt. Kt-vørðir hjá landinum skulu ikki brúka sína tíð til at umvæla tól, sum í dag. Hetta er ein kommunal uppgáva. Okkara kt-vørðir eru lærarar og skulu menna kt-økið námsfrøðiliga millum næmingar og lærarar, so vit fáa gagnnýtt kt í undirvísingini. Eg fegnist tí um, at tað er komið við í semjuna við Lærarafelagið, at kt-økið skal verða endruskoðað og broytt, og at kommunurnar skulu við í hetta arbeiðið.

Tímajáttanin skúlaárið 2018/19

Síðsta hond verður nú løgd á tímajáttanina til næsta skúlaár. Tað verða á leið líka nógvir næmingar sum hetta skúlaárið. Samfelagsfrøði verður nú partur av 8. flokki við tveimum tímum um vikuna eins og í 7. flokki. Og hóast eg veit, at tey hava nógvar tímar, sum vit mugu hyggja uppá, so er tað mín fatan, at fólk eru glað fyri lærugreinina. Nám hevur undirvísingartilfarið klárt til skúlaársbyrjan, og tað fegnist eg um. 

Eg havi gjørt av, at játtanin til skúlavegleiðingina skal styrkjast. Serliga fyri hádeildina við tí endamáli, at okkara ungu fáa hollari vegleiðing, áðrenn tey skulu velja miðnámsleið, læruleið ella annað. Góð ráðgeving skal forða fyri, at okkara ungu hava kensluna av, at hava valt skeiva lívsleið.

... og til endans

Arbeiðsøkið í fólkaskúlanum er stórt, og í fólkaskúlanum verða lunnarnir lagdir. Og tað er her, at vit lærarafólk veruliga kunnu ávirka tilveruna hjá hvørjum einstøkum menniskja hendan ella handan vegin.

Sum dvørgur hevði lítli Eivind tað kanska ikki altíð so lætt vesturi í Vágum fyrst í fyrru øld. Men hann hevði ein lærara, sum visti akkurát, hvat skuldi til, fyri at gleða Eivind – at geva honum og familju hansara sanna jólagleði. Við gleði og kærleika bar hann minni um sín gamla lærara gjøgnum alt lívið. Og um tað so er tað einasta vit gera, so er nógv vunnið: At hvørt einasta barn, við gleði og kærleika ber minnið um ein kæran lærara við sær gjøgnum lívið.  

Tí tá samanumkemur er tað hetta, alt snýr seg um: At fáa kensluna av, at eg faktiskt eri ókey – tí tá ber alt til!

Góðu lærarar – eg ynski tykkum ein góðan og gevandi aðalfund og blíðan byr til vit síggjast aftur næstu ferð.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.