Tíðindi

Týðandi at limirnir kenna seg aftur í felagnum

Fyri felagið er tað neyðugt at hava samband við limirnar, bæði tá tað gongur væl og illa. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

14.07.2020

Útsetti aðalfundurin hjá Lærarafelagnum varð hildin á Hotel Føroyum tann 20. juni 2020. Nógvir limir høvdu teknað seg, og tað frøast vit í felagnum um. Eg stóð sjálv fyri vali, og eg takki fyri tann dygga stuðulin, ið varð sýndur mær. Í røðuni, sum eg helt á aðalfundinum, kom eg inn á, at felagið er ikki bert lærarar, sum undirvísa, sjálvt um teir eru bulurin í felagum. Allir limir eru týdningarmiklir, um vit skulu hava eitt sterkt felag. Vit vilja gera okkara til, at tað framhaldandi verður so.

Ein týðandi partur av hesum arbeiði er, at limirnir kenna seg aftur í felagnum, at teir verða hoyrdir, og at teir hava onkran at venda sær til. Fyri felagið er tað neyðugt at hava samband við limirnar, bæði tá tað gongur væl og illa. Gjøgnum samstarvið í t.d. NLS og NFSP fáa vit kunning um, hvat rørir seg í grannalondunum, og vit kunnu brúka ta vitanina til at gerast tilvitað um tað, sum kann vera okkum í væntu og fáa góð hugskot til at økja um tilvitanina um felagið. Her kann nevnast veðurlagsvirðislønin, ið varð latin á aðalfundinum; hetta hugskotið fekk felagið úr Noregi.

Í vár var ætlanin, at felagið skuldi á rundferð at hitta álitisfólkini, men sum fyri so mangt annað, so kom korona eisini í vegin fyri hesum. Tíbetur var tøknin tøk, so vit kundu halda hesar fundir umvegis Teams, tað eru vit sera glað fyri. Hetta kann ikki koma í staðin fyri at hittast, men tað var sera hent og hevur eisini latið eyguni upp fyri møguleikanum at hava fundir við álitisfólkini, tá okkurt er, ið vit vilja fáa teirra áskoðan á.

Limafundir eru eisini ein partur at arbeiðinum hjá felagnum. Hetta er fyri felagið sera týdningarmiklir fundir; vóru hesir fundir ikki, so var einasta staðið, har limir hitta felagið, aðalfundurin. Tá er nógv á skrá, og stundir eru ikki at fara niður í smálutir, ið eru týdningarmiklir hjá limunum. Limafundirnir eru eisini staðið, har felagið kann kunna um tað, sum hevur týdning fyri limirnar.

Skúlaleiðarafelagið hevur fingið nýggjan formann, og vit gleða okkum at halda fram við tí góða samstarvinum, sum hevur verið millum feløgini bæði. Føroya Lærarafelag hevur eisini nýggjan formann, og tað speglast aftur. Eitt gott samskifti og samstarv millum felagið og leiðslur er neyðugt, tí hetta eru partarnir, ið varða av limunum.

Sum ikki einaferð, so er samskifti krumtappurin í øllum hesum arbeiði, og vit vilja kýta okkum at hava opið og virðiligt samskifti.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.