Tíðindi


Tónleikur størri týdning enn ítróttur fyri lesitíttleika

Áhugavert er at síggja, at íðkar tú ítrótt, so hevur tað ikki so stóra ávirkan á tín hugburð til lesing, og hvussu nógv tú lesur. Hinvegin, venur tú ljóðføri, so hevur tað týdning.

28. mai 2018

Næmingarnir eru spurdir, hvørji ítriv teir ganga til í frítíðini. Úrslitini vísa, at serliga yngru næmingarnir hava nógv ítriv, og genturnar fleiri enn dreingirnir, tó ikki í fjórða flokki. Ovast á skránni hjá øllum næmingunum, sum eru spurdir, sama árgang, er at vera saman við vinum. Síðan er tað ítróttur; 77 % av gentunum, sum eru spurdar, íðka ítrótt, 80 % av dreingjunum; eisini hjá teimum, sum lesa ofta, er ítróttur ovast á skránni. Í 9. flokki er støðan broytt; rættiliga nógv gevast við ítrótti eftir 6. flokk. Av teimum, sum lesa fleiri ferðir um vikuna, eru tað 36 %, sum spæla ljóðføri; av teimum, sum ongantíð lesa, eru tað 17 %, sum spæla ljóðføri.

Áhugavert er at síggja, at íðkar tú ítrótt, so hevur tað ikki so stóra ávirkan á tín hugburð til lesing, og hvussu nógv tú lesur. Hinvegin, venur tú ljóðføri, so hevur tað týdning. Ivaleyst er tað ikki tilvildarligt, hvørji foreldur stuðla børnum sínum at venja ljóðføri; sambært úrslitunum í kanningini kunnu vit lesa tað burturúr, at tað eru heimini, ið stuðla børnum at lesa. Men hesi viðurskiftini gera seg eisini galdandi, tá ið vit hyggja at flokkum; í summum flokkum sýnist tað at vera mentanin, at næmingar venja ljóðføri.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.