Tíðindi
07.06.2023
Samanborið við skúlar uttanlands hava handaligu og listaligu lærugreinirnar í Føroyum ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti. Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við uppskoti um broytingar í fólkaskúlalógini, mælir til:
* at tímatalið eigur at verða hækkað
* at allir næmingar í hádeild eiga at hava møguleikan at velja eina handaliga ella listarliga lærugrein.
Handaligu lærugreinirnar fata um, sang, tónleik, myndlist/tilevning, handarbeiði, smíð og heimkunnleika. Kravda tímatalið í 1.-7. flokki er 25 tímar tilsamans. Samanbera vit tímatalið við t.d. Danmark, so er kravda tímatalið í somu lærugreinum 32 tímar og í Finnlandi 35 tímar. Um vit samanbera handaverk og list og ítrótt, so er ítróttur kravd lærugrein í 1.–9. flokki, har tímatalið í 1.–7. flokki er 13 tímar, meðan tímarnir í handaverk og list skulu býtast millum tær 5 lærugreinirnar í handaverk og list, so har er ikki nógv í part til hvørja lærugrein. Tí kunnu vit siga, at handaligu og listaligu lærugreinirnar hava ikki serliga høga raðfesting í verandi tíma- og lærugreinabýti.
Í frágreiðingini við tilmælum verður sagt, at arbeiði í skapandi og listarligu lærugreinunum gevur næmingunum møguleika at ogna sær førleikar, at hugsavna seg um evnið og at nýta sítt hugflog og ikki minst, so eru hetta førleikar, sum tey kunnu nýta í aðrari fakligari læring. Eisini ogna næmingar sær í handaligu lærugreinunum bæði bindindi, hegni til sjálvstøðugt arbeiði og førleika at arbeiða saman við øðrum, og hetta er serliga, um teir kunnu velja tær handaligar ella listarligar lærugreinir, sum teir hava serligan áhuga fyri. Tað er tí umráðandi í handaverk og list, at næmingarnir fáa innlit á allar lærugreinapartarnar, men at teir eisini sleppa at velja millum greinarnar.
Listarligu og skapandi lærugreinirnar hava stóra ávirkan á bæði læring, menning og trivnað hjá einstaka næminginum. Umframt tað ogna næmingarnir sær góðar læri- og arbeiðsvanar. Henda læriúrtøka kann ikki altíð mátast á sama hátt sum tann fakliga úrtøkan, tí tað júst snýr seg um at skapa, brúka hugflogið, og fordjúpa seg í evnum og tilgongdum, sum eru sprottin úr teirra egna áhuga, forvitni og undran, og sum ber við sær, at teir fáa kensluna av at eydnast og duga.
Listaliga fakøkið stuðlar eisini læringini í bókligu lærugreinunum. Kanningar vísa, at skúlar, ið raðfesta handaligu og tónlistarligu lærugreinirnar og fáa tað listaliga rótfest í øðrum lærugreium, klára seg betri til royndir í bókligu lærugreinunum. Tað er stórt samsvar millum, hvussu næmingarnir trívast, læra og mennast, og hvussu listaliga fakøkið verður raðfest.
Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum í farnu viku. Hon er ætlað sum grundarlag undir orðaskifti á tingi í sambandi við ætlaðar broytingar, sum skulu gerast í fólkaskúlalógini.
Arbeiðsbólkurin fór til verka í november 2021; umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Fólkaskúlaráðið, Felagið Heim og skúla, Námsvísindadeildina, Kommunfelagið, Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava sitið í bólkinum. Frágreiðingin við tilmælum var handað landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum mikudagin.
Savnsmynd