Tíðindi

Tíggjunda hvørt barn fær angist í barnaárunum

Við røttu viðgerðini koma tey flestu púrasta burtur úr angistini, sum kann hava stórar avleiðingar fyri trivnað og læring. Vegurin til lekidóm fer gjøgnum meiri vitan, færri serreglur – og foreldrini, sigur leiðarin á danska Center for Angst.

26. mars 2021

Mistrivnaður, vánalig innlæring og enntá skúlaaftran. Avleiðingarnar fyri eitt barn, sum verður rakt av angist, kunnu vera álvarsamar. Umleið 6,5% av børnum í aldrinum upp til 12 ár lýkur treytirnar fyri, hvat angist er, onkuntíð hetta tíðarbilið, og ikki minni enn 10-15% í aldrinum 12-18 ár. Tølini eru nøkulunda sambærlig við samsvarandi tøl í øðrum londum, sigur Sonja Breinholst, sálarfrøðingur og leiðari á Center for Angst við Københavns Universitet.

”Fyrr í tíðini vóru tølini væl lægri, nú eru vit á jøvnum føti við onnur lond. Orsøkin er ikki, at tað eru fleiri børn við angist, men heldur, at vit duga betur at bera eyga við tey. Fyrr sluppu tey at sita aftast í skúlastovuni og vera friðarlig – og ella tey vóru ikki í skúla,” sigur hon.

Órógvandi og veruleikafjart

Tá ið eitt barn hevur angist, er tað so bangið fyri onkrum – til dømis at ganga í skúla, tosa fyri nógvum fólkum, gerast sjúk ella onkrum øðrum – at tað letur vera við at gera tað, tað annars hevði gjørt.

”Øll børn kunnu gerast bangin fyri onkrum ávísum, men vit tosa um psykiatriska angist, tá angistin verður so stór, at hon órógvar gerandisdagin,” sigur Sonja Breinholst.

Ein annar umráðandi faktorur er eisini, at tað, sum barnið er bangið fyri, ikki er realistiskt.

”Um eitt barn verður happað í flokkinum, er tað ikki eitt úttrykk fyri angist, at tað ikki vil í skúla. Tá er tað hinvegin ein ótti fyri einum ósunnum umhvørvi,” sigur hon.

Angistin kann eisini vísa seg at vera likamlig, til dømis kvalma, høvuðpína ella ilt í búkinum. Hon kann eisini vísa seg í atferð, so sum gráti, ella at barnið verður innhugsið og friðarligt – ella øvut, at barnið larmar, slær og sparkar. Hetta síðsta er nýtt fyri lærarar og námsfrøðingar.

”Børn, sum reagera við eini útvendari atferð, vóru fyrr koyrd í sama bás sum børn við øðrum diagnosum, so sum ADHD, men tann atferðin kann eisini verða orsakað av angist, sum skal út úr kroppinum. Fyrr var hildið, at tað serliga vóru gentur, sum fingu angist, men hetta var ikki so; heldur var tað tí, at fólk ikki fingu eyga á dreingir við angist,” sigur Sonja Breinholst.

Alt fyri at sleppa undan

Tað er vanligt, at børn, sum líða av angist, hava katastrofutankar. ”Tað er sum ein fimmsporaður týskur motorvegur av tankum, sum bara koyra í høvdinum, soleiðis at børnini ikki fáa savnað seg í skúlanum. Tað er so nógv, sum fyllir, at tey ikki hava pláss at hoyra, hvat lærarin ella floksfelagarnir siga,” sigur Sonja Breinholst.

Tað mest vanliga teknið uppá, at barnið líður av angist, er, at tað roynir at sleppa undan.

”Eitt barn roynir á allar hugsandi hættir at sleppa undan tí, sum tað er bangið fyri – sum til dømis at koma í skúla. Barnið sigur, at tað hevur ilt í búkinum, ella, um tað er eldri, so skulkar tað fyri at sleppa undan,” sigur Sonja Breinholst.

At sleppa undan kann eisini vera mentalt, soleiðis at barnið sleppur sær undan at tosa um tað, sum tað er bangið fyri.

”Bara at hugsa um tað ella tosa um tað kann fáa kenslurnar fram. Tí kann tað eisini vera misjavnt, hvat foreldrini vita um angistina hjá barninum, tí summi børn als ikki vilja tosa um tað,” sigur Sonja Breinholst.

Leita vit eftir orsøkini til, at børn fáa angist, er tað ikki eittans eitt svar.

”Vit vita, at børn, sum hava eitt sokallað tarnandi lyndi – altso eru smæðin – eru í størri vanda at fáa angist. Tað snýr seg helst um mátan, sum smæðin børn verða viðfarin; tey sleppa ikki at hava mammu sína við í skúla og so framvegis. Á henda hátt verða tey neyðhildin í smædninum, sum seinni kann mennast til angist. Ikki øll smæðin børn fáa angist, men tey eru í størri vanda,” sigur Sonja Breinholst.

Foreldrini hava lykilin

Tað týdningarmesta er tó, at tann genetiski komponenturin – altso, hvussu nógv av angistini er viðfødd – er rættiliga lítil samanborið við nógvar aðrar psykiskar líðingar. Heilt niður 0,5% og í mesta lagi 30%. Tí hevur umhvørvið, tað vil siga bæði skúli og (serliga) foreldrini nógv at siga, skilt á tann hátt, at tey kunnu gera nógv bæði at tálma og viðlíkahalda angistina.

”Tað er stórt samsvar millum foreldur, sum sjálv hava ella hava havt angist, og børn, sum hava angist. Tá ið vit frá granskingini vita, at orsøkin ikki er genetisk, fær umhvørvið nógv at siga, tá ið talan er um, hvussu børnini fáa angist og verða neyðhildin í angistini,” sigur Sonja Breinholst.

Foreldur kunnu sambært Sonju Breinholst koma til skumpa undir angistina hjá børnum sínum við sjálv at vera óttafullar fyrimyndir, við at skána og verja børnini, tá ið tey vísa eyðkenni um angist, og við at ugga barnið, tá ið tað verður bangið, heldur enn at handfara støðuna, sum útloysir angistina. Alt í góðari meining, undirstrikar hon:

”Tað liggur jú í foreldraleiklutinum, at vit skulu verja okkara børn. Tíverri heldur tað angistina við líka, so foreldur skulu læra at fara ímóti sínari intuition og skumpa barnið blídliga út í tað, sum tað er bangið fyri,” sigur Sonja Breinholst.

Granskingin vísir nevniliga, at tað, sum virkar upp á angist, er at gera tað, sum tú ert bangin fyri.

”Um foreldur vistu tað, sum eg veit um angist, so høvdu tey gjørt tað – tí øll foreldur vilja tað besta fyri síni børn. Men tað er har, serliga tí at tað stríðir ímóti verjuinstinktinum,” sigur Sonja Breinholst.

Burtur við serreglum

Her hevur skúlin, sum eisini er partur av umhvørvinum, stóran leiklut. Ofta verða serreglur gjørdar við fyriliti fyri angistini hjá børnunum, men tað er púrasta misskilt, at tað er gott fyri børnini.

”Vaksin kunnu í bestu meining vera við til at sleppa barninum undan ymiskum, tað er bangið fyri. Serreglur, sum til dømis: ”Um tú hevur ilt í búkinumm, nýtist tær ikki at fara í skúla,” ella ”Tú skalt ikki hava eina framløgu í skúlanum, skriva okkurt heldur,” og ”Mamma kemur við tær inn í skúlastovuna hvønn morgun”. Tíverri er tað nakað fanin sjálvur hevur skapt, tí hetta er størsta orsøkin til, at angistin verður hildin við líka,” sigur Sonja Breinholst.

Um eitt barn líður so nógv av angist, at tað als ikki møtir upp í skúlanum, kann tørvur vera á eini stigvísari tilgongd at koma aftur í skúlan, har mamman ella pápin eru við, ella tey eru úti á gongini, til barnið kennir seg nóg trygt, og mamman at enda kann fara.

”Men tað eigur altíð at vera ein ætlan um, hvussu serreglan kann halda uppat, tí annars verður angistin bara hildin við líka,” undirstrikar Sonja Breinholst:

”Onkuntíð brúki eg ta klassisku pissa-í-buks-myndina; tað kennist gott at klemma eitt barn og siga: ”Tú pjøvist ikki at fara í skúla”, men við tíðini verður tað verri fyri barnið ikki at fara í skúla – so ert tú í grundini ikki tað góða foreldrið, sum tú vilt vera.”

Hjálp í trimum stigum

Uttanlands hevur stepped care-modellið verður brúkt í nógv ár. Tað hevur við sær upplýsing, viðgerð og serkøna hjálp. Í bókini Fri af angst – en forældrehåndbog, sum Center for Angst hevur latið gera, eru greinir og skráin, sum kunnu hjálpa barninum at sleppa av við angist.

Kilde: Sonja Breinholst, sálarfrøðingur og leiðari á Center for Angst í blaðnum Skole og forældre.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.