Tíðindi

Tíggju ára føðingardagur

Tað eru ikki nógv, ið kunnu reypa sær av at hava fingið so nógv frá hondini, sum Krabbarnir hava. Hetta hóast teir einans eru tíggju ára gamlir. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

17. september 2018

Tað eru nógv frambrot hend á føroyska bókamarknaðinum, men tað eru fá frambrot, ið eg eri eins glað fyri, sum eg eri fyri krabbarnar. Teir hava lætt um mína undirvísing í grunddeildini og givið næmingunum nógvar góðar upplivingar. Hetta hevur verið til at betra um mína undirvísing, eins og tað hevur verið við til at hækka um málini, vit seta okkum.

Skuldi eg komið við einum hjartasuffi og samstundis einum føðingardagsynski, so skuldi tað verið, at eg ynski mær, at tað koma fleiri gulir krabbar. Eg veit, at tað er ein torførur bólkur at finna gott tilfar til, men ynskja kunnu vit altíð.

Eg ivist ikki í, at fleiri góð handrit ligga í skuffum kring landið, sum kundu verið til góðar krabbar. Tann næsta handritakappingin hjá Námi verður vónandi uppskot til gular krabbar.

Hesa farnu vikuna hevur barnaútvarpið snúð seg um mál og at lesa. Tað hevur verið sera áhugavert at hoyra, hvat hesi ymsu hava sagt í hesum sambandi. Tað, eg serliga legði til merkis, var, at landsstýriskvinnan í mentamálum segði, at ikki verður steðgað á við málárinum. Tað liggur ein uppgáva á okkum øllum, eisini politiska myndugleikanum at varpa ljós á týdningin av okkara vakra og lítla máli.

Næsta stigið á leiðini má tí vera børn í skúlaaldri. Tað kom týðiliga fram í vikuni, hvussu týdningarmikið tað er, at børn og ung lesa. Tað er ikki minni týdningarmikið, at foreldur og lærarar tosa við tey. Tað er okkara ábyrgd sum vaksin at nýta eitt gott og fjølbroytt mál. Tað er ikki einans málið hjá børnum og ungum, ið verður ment av at lesa, tað verður okkara eisini. Tað mennist enntá, tá vit lesa saman við og fyri okkara børnum.

Vitan um verðina er ofta ein gloymdur lutur, tá vit tosa um lesing og mál. Hjá smáum børnum er verðin tað, sum er kring tey. Tað er at læra tey at seta orð á tað, sum tey síggja hvønn dag, seta orð á upplivingar, ynski, gerandisdagin o.s.fr.

Ein liður í hesi málmenning eru krabbarnir, tí teir fevna um sera ymisk evni heilt frá fittum søgum um smábørn, til sorg, kærleika, kelidjór og seinasta er veðurlæra.

Eg fari við hesi stuttu grein at ynskja krabbunum og okkum hjartaliga til lukku við degnum. Vónandi fara vit at hátíðarhalda nógvar rundar føðingardagar afturat.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.