Tíðindi

Tí fáa dreingir verri karakterir enn gentur

Ein granskari í Noregi hevur eitt boð uppá, hví dreingir fáa verri karakterir enn gentur í skúlanum

27. desember 2019

Fleiri kanningar hava víst, at tá ið lærarar í grunddeildini gera subjektivar metingar av næmingum sínum, klára dreingirnir seg verri, enn teir gera í objektivum kanningum, so sum próvtøkum og royndum.

Men hví meta lærarar dreingir lægri enn gentur?

Í Noregi er tað bara í ítrótti, at dreingir fáa betri karakter samanborið við gentur. Í øllum hinum lærugreinunum halda lærarar, at genturnar duga betur. Hetta ávirkar framtíðarmøguleikarnar hjá dreingjunum nógv. Tað verður torførari hjá teimum at koma inn á hægri útbúgvingar og universitet. Og tað verður verri hjá teimum at fáa arbeiði sum vaksin.

Dreingir ikki so dugnaligir í skúlanum?

Ann Margareth Gustavsen er granskari. Tá ið hon fyri nøkrum áðrum síðan setti sær fyri at hyggja nærri at metingunum hjá lærarunum av skúlafakligu avrikunum hjá næmingunum, gjørdi hon eina hypotesu um, at fatanin hjá lærarunum av sosialu førleikunum hjá næmingunum eisini ávirkar fakligu metingina, sum lærarin ger av sama næmingi. Hetta sæst eitt nú í lærugreinini norskt.

Greiður samanhangur

– Tað er heilt týðiligt samband, sigur granskarin.

Heldur ein lærari, at ein næmingur ikki dugir at fylgja normunum í skúlanum, hevur tað heilt sikkur ávirkan á metingina hjá læraranum á fakligu avrikunum. Gustavsen fann fram til í kanning síni, at hetta er galdandi, sama um næmingurin er dugnaligur ella ikki. Og sama um næmingurin er drongur ella genta.

– Men tað gongur nógv meiri út yvir dreingir enn gentur, tí lærarar meta sum heild, at sosialu førleikarnir hjá dreingjum eru verri enn førleikarnir hjá gentum. Í tveimum kanningum, sum liggja til grund fyri hesi granskingini, tóku 2266 næmingar í 1.-10. flokki lut. Ein kontaktlærari hevur í hesum sambandi mett um – bæði sosialu og fakligu førleikarnar – tvær ferðir í einum tíðarbili á tvey ár. Eldri gransking hevur víst, at lærarar hámeta sosiala førleikan at gera eftir boðum frá lærarum ógvuliga høgt. Sosialu førleikarnir snúgva seg eisini um at vera uppmerksamur, tá ið lærarin undirvísir, og at hava tamarhald á sinnalagnum. Hetta eru alt førleikar, sum gransking vísir, at dreingir hava verri við enn gentur.

Les alla greinina á forskning.no

https://forskning.no/skole-og-utdanning/derfor-far-gutter-for-darlige-karakterer/1332125

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.