Tíðindasavn


04.03.2015 Opin flokshøli og fleiri leiðarastørv í Onglandi

Jóhannes Miðskarð, adjunktur á Námsvísindadeildini, skrivar

Eg eri fyri kortum afturkomin av námsferð/granskingarferð í Onglandi. Á ferðini vitjaði eg tríggjar skúlar og tveir barnagarðar. Í hesum stutta teksti fari eg at viðgera tvey viðurskifti, ið serliga vaktu mín áhuga. Tað fyrsta er, hvussu “opin” flokshølini vóru, og tað næsta er tað stóra talið av leiðarum, ið vóru í skúlunum.


Við á vitjanini til tveir av teimum trimum skúlunum hevði eg sjey lesandi frá lærara- og pedagogútbúgvingini á Námsvísindadeildini á Setrinum. Á báðum skúlunum høvdu vit fyrst eina samrøðu við ein leiðara, og síðan fóru vit ein rundtúr í skúlunum. Á hesum rundferðum fóru vit saman við einum enskum leiðara inn í fleiri flokshøli, meðan tað var undirvíst. Tað undranarverda var, at vit bara gingu inn í flokshølini, uttan at nakar legði nakað serliga merki til okkum. Meðan vit vóru inni í einum flokshøli í tí eina skúlanum, spurdi leiðarin okkum, um vit høvdu hug at tosa við tveir næmingar. Tá vit játtaði, so tók leiðarin tveir næmingar út við loyvi frá læraranum, uttan at tað órógvaði undirvísingina nakað serligt.


Tá eg kom til tann triðja skúla, sum eg vitjaði einsamallur, spurdi eg skúlastjórin um hetta við teimum “opnu” flokshølunum, har næmingarnar órógvaðust lítið av vitjandi. Skúlastjórin fortaldi mær, at næmingarnar vóru rættiliga vanir við at fólk gingu út og inn úr flokshølunum. Tað var dagliga, at hann sum skúlastjóri fór ein stuttan túr inn í flokshølini; eisini var tað rímiliga ofta, at hann sum skúlastjóri ella ein annar starvsfelagi fór inn í eitt flokshøli við tí fyri eyga at eygleiða undirvísingina fyri síðan at geva afturmelding til læraran.


Eitt annað, sum eg serliga festi meg við, var tað stóra talið av leiðarum í teimum ensku skúlunum, vit vitjaðu. Á hvørjum av skúlunum vóru “senior leaders” og “middle leaders”. “Senior leaders” vóru skúlastjórin og varaskúlastjórarnir. “Middle leaders” vóru lærarar, ið høvdu leiðsluábyrgd á einum avmarkaðum øki.


Á tí eina skúlanum, Manorfield Primary School við umleið 750 næmingum, vóru hesir “middle leaders”: ein leiðari fyri skrivligum enskum, ein leiðari fyri munnligum enskum, ein leiðari fyri enskum sum annað mál, ein leiðari fyri rokning, ein leiðari fyri náttúrufak, ein leiðari fyri kunningartøkni, ein leiðari fyri sniðgeving og tøkni, ein leiðari fyri list, ein leiðari fyri tónleik, ein leiðari fyri átrúnað, ein leiðari fyri heimsspeki, tveir leiðarar fyri næminganna vælveru, tveir leiðarar fyri uttandura virksemi og ein leiðari fyri byrjanardeildini.


Teir tríggir skúlastjórarnir, ið eg vitjaðu, nýttu útbýtta leiðslu (“distributed leadership”). Hetta merkir, at skúlastjórin ikki leiðir einsamallur, men at hann gevur partvíst valdið frá sær – oftast til “middle leaders”, men stundum eisini til vanligar lærarar. Eitt dømi upp á hetta var, at ein skúlaleiðari fortaldi, at ein eftirmeting av hansara skúla hevði víst, at skriviundirvísingin í enskum trongdi til ábøtur. Í staðin fyri at taka ábyrgdina upp á seg sjálvan, so legði skúlastjórin upp í hendurnar á leiðaranum fyri enskum at standa fyri at betra um hetta. Men fyrst viðgjørdu tó skúlastjórin og leiðarin fyri enskum støðuna, og teir byrjaðu síðan at leggja eina ætlan fyri at betra um skriviundirvísingina í enskum. Leiðarin í enskum helt so fram at leggja hesa ætlan í samráði við hinar ensktlærararnar. Síðan var tað leiðarin í enskum, ið stóð á odda fyri at fáa ætlanina framda í verki.


Til endans kann eg nevna, at í barnagørðunum, sum vit vitjaðu, var tað eisini soleiðis, at tey høvdu fleiri av hesum “middle leaders”, og at dagstovnaleiðararnir nýttu útbýtta leiðslu.

 

   Opin flokshøli og fleiri leiðarastørv í Onglandi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.