Tíðindasavn


15-10-2015 Veitslan í Hovi

Týsdagin og týskvøldið, 29. septembur, var Miðnámsskúlin í Suðuroy karmur um stóra veitslu. Tann nógv umrøddi og nógv rósti sjónleikurin, Veitslan, varð spældur í fimleikarhøllini í skúlanum klokkan 13 og 20 fyri einum 400 fólkum tilsamans.

 

Tað var eitt rættiligt ódnartak at rigga høllina til henda stóra og víðfevnda leik. Áskoðarapallarnir í høllini vórðu læntir frá Sjónleikarhúsinum í Havn, og tann sera framkomna og tann í leikmanseygum ógvuliga innviklaða ljósútgerðin varð lænt frá Tjóðpalli Føroya. Tann partin avgreiddi tann dugnaligi ljós- og ljóðmaðurin, Turpin Djurhuus, róliga og effektivt.

 

Øll vælvild varð sostatt flutt úr Havn til Hovs, og við skúlans og Veitslunnar hjálp varð øll henda tunga útgerðin riggað til eftir nøkrum tímum og tikin niðuraftur sama kvøld. Eitt avrik, sum bæði leikarar og avvarðandi hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroy ivaðust í fór at bera til.

 

Miðnámsskúlin í Suðuroy hýsir studentaskúla og Heilsuskúla Føroya. Her ganga til samans 123 næmingar hjá 18 lærarum. Næmingarnir á heilsuskúlanum eru úr øllum Føroyum, og næmingarnir á studentaskúlanum eru úr Suðuroynni.

- Eg haldi, tað er imponerandi, at tey tíma at koma suður við hesum veldiga arrangementi, sum leikurin Veitslan er við øllum hesum leikarunum og øllum góðsinum, sigur Ole Laursen, stjóri á miðnámsskúlanum í Hovi.

 

Hann veit, at tað er ógvuliga tungt at flyta alla útgerðina og alt leikliðið til Suðuroyar við Smyrli. Útgerðin varð flutt í stórum vøruvognum og privatum bilum úr Havn til Suðuroyar.

 

Ole Laursen nemur við framtíðina við saltsiloini á Drelnesi, rópt SALT.

- Ætlanin var, at siloin skuldi brúkast til eitt nú sjónleik og tónleik, men vit eru eisini sera beinasom her, tí vit halda til miðskeiðis í oynni. Eg haldi eisini, vit hava fasilitetarnar til tað, og samanumtikið vilja vit fegin hava slíkar framførslur sum Veitsluna her, sigur stjórin á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

 

Hann leggur áherðslu á, at har suðuri eru tey rættiliga fegin um, at Veitslan varð hildin í teirra skúla. At tað yvirhøvur bar til.

 

Veitslan endaði í Suðuroynni við bravuri. Tann einasta stóra høllin í oynni hýsti leikinum, og væl gekst. Skulu vit annars samanbera við fasilitetir aðrastaðni í landinum, so er Løkshøll, ið er ein partur av Skúlanum við Løkin í Runavík, líka so framkomin og stórbar sum Norðurlandahúsið. Alt bendir á, at slíkar umstøður verða havdar í huga, tá ið skúlar verða bygdir í framtíðini.

 

Tá ið alt varð av í Hovi, útgerðin tikin niður og stúvað og stappað í bilar, hugsaði mangur: Hevði SALT verið liðugt, hevði verið fult hús á Drelnesi. So tað gleðir leikumhvørvið í Føroyum og uttanlands seg til.

 

Myndin:
Ole Laursen, stjóri á miðnámsskúlanum í Hovi, er hugtikin av tí víðfevndu uppseting, sum leikurin Veitslan er við øllum sínum leikarunum og øllum góðsinum

 

TEKSTUR: Sonne Smith

   Veitslan í Hovi Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.