Tíðindasavn


20-10-2015 Forløgini forsøma tey lesiveiku

Stóð tað til Anniku Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer, vóru allar skúlabøkur og bøkur til børn og ung ljóðbøkur og lesbarar fílur, sum kunnu brúkast á teldu. Annika Marr Poulsen er lesivegleiðari og orðblindalærari, og Fríðbjørg Hammer er serlærari við lesing og orðblindi sum høvuðsøki; tær arbeiða ávikavist í Skúlanum á Fløtum í Havn og í Kollafjarðar skúla.


- Vit hava nakað av ljóðbókum á føroyskum, men alt ov lítið; vit hava eisini sBøkur, sum hava orðafrágreiðingar, men vit kundu hugsað okkum nógv fleiri, og vit kundu eisini hugsað okkum tekst-til-ljóðbøkur, har tann lesiveiki kann fylgja við í tekstinum, meðan hann lurtar. Vit hava gjørt forløgini, sum geva út skúlabøkur og bøkur til børn og ung, vart við stóra tørvin leingi, men tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum, siga Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer.

 

Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, er samdur við Anniku Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer í, at støðan ikki er nóg góð, tá ið talan er um at geva lesiveikum nóg gott at lesa.
- Hetta er okkara ringa samvitska. Tað er rætt, at Annika Marr Poulsen hevur gjørt vart við tørvin á ljóðbókum. Vit á Bókadeildini hava tíverri higartil ikki havt umstøður at gjørt nakað við hetta. Vit hava øll meira enn nóg mikið at gera við at greiða tær utgávur til prent, sum vit higartil hava sett okkum fyri at geva út. Ljóðbókagerð hava vit latið Ljóðbókanevndina við Margrethu Næs taka sær av, og sigast skal, at stórur partur av okkara útgávum eru tøkar sum ljóðbøkur. Men eg skal vera fyrstur at ásanna, at hetta kundi verið gjørt betur. Flestu forløg síggja í dag til, at allar útgávur eru tøkar á øllum pallum, og tá ið bókin er prentað, verður hon eisini tøk sum e-bók og ljóðbók. Vit vóna og vænta, at Bókadeildin við øktari játtan megnar at koma so langt innan alt ov leingi. Men tað krevst, at vit onkursvegna fáa fleiri inntøkur at fíggja hetta økta virksemi.

- Tá ið tað ræður um Krabbabøkurnar, so verða tær í næstum eisini givnar út sum talgildar bøkur, og ætlanin er einsini, at tær tá gerast ljóðbøkur við hjálp av teldutalu.

 

Regin Marnersson tók við sum stjóri í Námi í vár. Hann sigur, at eitt av stóru økjunum í løtuni eru S-Bókin og Flexbókin.
- Hetta eru talgildar bókaskipanir, tó til hvør sín tørv. Báðar skulu hava innbygda talusyntesu. Hesum fer nógv orka við. Nám er eisini lutvíst partur av verkætlan hjá "grunninum føroysk teldutala" um ein portal, ið kann hjálpa lesi og skriviveikum.

 

Tað er m.a. fyri at hjálpa júst lesi- og skriviveikum, at Nám leggur so stóran dent á at fáa talusyntesuna at rigga í talgildu bólkunum, sigur stjóri á Námi.
- So tú kanst siga, at tað, sum Annika eftirlýsir, er á veg fyri bøkurnar, ið Nám gevur út frá hesum skúlaárinum at rokna. Vit fara eisini at royna at talgilda mest nýttu eldru útgávur okkara. Men hetta er arbeiði, ið bæði kostar nógv og tekur tíð.

 

Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer vísa á, at tørvurin er stórur á bókum, sum eisini verða miðlaðar til lesiveik og orðblind. Umleið 2-7 prosent av einum árgangi eru orðblind; umframt er ein triðingur av næmingunum í fólkaskúlanum funktiónellir analfabetar, vísir Pisa-kanningin á, og funktiónellir analfabetar eru vanliga lesiveik.
- Afturat eru nógvir tilflytarar komnir til Føroya síðstu árini og børn hjá útsetaføroyingum, sum ikki hava lært føroyskt frá barnsbeini. Øll hesi høvdu havt gagn av góðum talgildum amboðum at læra málið, og til hetta eru ljóðbøkur og lesbarar fílur á teldu sera hentar. Tað er heilt fantastiskt og helst eitt eindømi, at eitt mál sum føroyskt, ið verður tosað av so fáum, hevur fingið teldutalu. Tí mugu vit tryggja okkum, at flest møgulig fáa gagn av tí.

 

Lesið drúgva samrøðu við Anniku Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

   Forløgini forsøma tey lesiveiku Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.