Tíðindasavn


29-09-2015 Seturskúli setur spor

Á hvørjum ári eru skúlaflokkar farnir á seturskúla. Við skúlaársbyrjan í ár komu nýggjar mannagongdir frá Mentamálaráðnum viðvíkjandi seturskúlum. Hesar broytingar gjørdu, at lærarar ikki í sama mun sum áður kundu fara á seturskúla við sínum flokki. Hesa broyting harmist eg um! Seturskúlin eigur sítt pláss og hevur fleiri virði í skúlagongdini. Jacob Eli S. Olsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

 

Seturskúlin kann geva læraranum eyga á førleikar hjá næminginum, ið ikki eru sjónligir vanligar skúladagar. Eg minnist til drongin, ið ikki var skúlasinnaður, og samskifti okkara millum var ikki gott. Á seturskúlanum vísti hesin seg at verða álitið í matgerðini og at rudda í køkinum. Harafturat lurtaðu vit eftir sama 60’ara tónleiki. Hesar upplivingar á seturskúlanum vendi okkara fatan hvør av øðrum, eg fekk ein broyttan næming, og eg haldi eisini, at hann fekk ein nýggjan lærara við hesum.

 

Á seturskúla møta næmingarnir eisini hvørjum øðrum á nýggjan hátt. Eingin er á sínum heimabeiti. Eg havi eygleitt, at hetta gevur næmingum møguleikar at síggja eginleikar hjá einum floksfelaga, ið ikki eru sjónligir í undirvísingini. Hetta gevur møguleikar til virðing og vinarbond. Frá einum seturskúla fáa bæði lærarar og næmingar eina ríkari mynd hvør av øðrum. Hendan breiðari og djúpri fatan hvør av øðrum er góð grund at byggja arbeiði við virðing, tollyndi fyri einstaka næminginum og sum støði undir arbeiðinum við trivnaði í flokkinum. Seturskúlin setur spor hjá einstaklinginum og í arbeiðinum í flokkinum.

 

Seturskúlin setur eisini spor, ið eru fyri lívið. Eg minnist mínar seturskúlar frá míni skúlatíð sum ríkar løtur. Serliga minnist eg túrin í Mikladali, tá ið vit, 9. floks toftadreingir, ikki sóu sjónvarp í avhaldshúsinum, og fótbóltur var á skrá. Bankað var grannadyrnar, og greitt var frá neyðini. Tilkomna mikladalsparið beyð okkum inn í stovuna, og har sótu vit fjálgt, hugdu at fótbólti og fingu søtt aftur við. Hesi minni frá seturskúlanum í Mikladali í 1987 eigi og gleðist eg um enn í dag. So seturskúlin setti spor í mínum lívi, eins og hann hevur gjørt hjá fleiri øðrum.

 

Hetta skúlaárið hava fleiri skúlar hava kent seg noyddar at avlýsa seturskúlar, tí at vissa er ikki fyri, at lærarar fáa arbeiði við seturskúla í sína arbeiðstíð. Tað ger, at fleiri lærarar ikki fáa brúkt seturskúlan í arbeiðinum við tollyndi millum næmingar og trivnaði í flokkinum. Vit fáa heldur ikki givið næmingunum hesi minni fyri lívið.

 

Eg vil heita á myndugleikarnar at geva seturskúlum rúmar karmar í arbeiðstíðini hjá lærarum.

 

Skaðin í ár er hendir, men allur bati bøtir.

   Seturskúli setur spor Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.