Tíðindasavn


08-10-2015 Talv í skúlanum

"Góðu tit øll. Nú er pakkin komin! 125 talvborð og 4.000 talvfólk. (Nei, hetta er ikki ein feilur). 125 x 32 er 4.000".

 

Hetta var inngangurin í einum brævi, sum Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, sendi lærarum í Runavíkar kommunuskúla í fjør (2014) í sambandi við, at hann tók stig til at skipa fyri talvskeiði.

 

Hans Michael í Mittúni søkti fyri Runavíkar kommunuskúla alifyritøkuna Bakkafrost um stuðul til at keypa tey 125 talvborðini, og fyrsta undirvísingarløtan var hósdagin 20. mars 2014 frá klokkan 14.40 til 16.00.

 

Varaskúlastjórin endurgav ein meiriluta í ES-tinginum í Strasbourg, sum samtykti at stuðla Kasparov-verkætlanini: 'Talv inn í skúlarnar'. Í grundgevingunum stendur m.a.:

 

● at telving kann betra evnini hjá børnum at hugsavna seg

● at børn við at telva menna síni kreativu evni

● at telving stimbrar bæði tolni og áhaldni

● at telving styrkir minnið og evnini at taka avgerðir

● at børn við at telva læra seg at analysera/greina støður

 

Skúlin fekk samstarv í lag við Talvsamband Føroya. Umboð fyri talvsambandið fóru inn á Skálafjørðin – Glyvra skúla – og løgdu lag á, og lærarar fingi høvið til at fara á skeið í skúlanum. Fleiri lærarar nýttu høvið. Teir fingu eisini hug at eggja næmingunum til at telva.

 

Sjálvsagt var áhugin stórur í fyrstani. Fólk eru við, og tíðin gongur samstundis við, at nøkur falla frá. Kortini brúka teir lærarar, ið tóku eftir og varðveittu hugin, talvið í undirvísingini. Tó hevur tað mest verið í innskúlingini – í barnaskúlanum.

 

Sagt verður um telving, at tað er ein tann besti heilafimleikurin, ið er til. Í Runavíkar kommunuskúla fóru eisini starvsfólk, ið vistu lítið og einki um talv, á skeið. Fleiri komu so mikið á lagið, at tað bar væl til at telva. Annars eru eitt nú teldutøk forrit til taks, ið rudda slóð fyri at læra seg at telva.

 

Talv er ikki bara fyri nørdar. Har inni í Glyvra skúla og í Skúlanum við Løkin sita summir næmingar inni í fríkorterinum og telva.

 

Tær royndir, tey hava fingið av telving har inni, vísa, hvussu uppbyggjandi tað er at telva. Tað vísir seg eisini, at innspræningin frá Bakkafrosti hongur við. Í illveðri sita fleiri inni og telva.

 

Annars sigur Durita Joensen, stjóri í Runavíkar kommunuskúla, at tey ætla spakuliga at lirka telving inn í forskúlan í kommununi. Tey hava longu málað talv á onkur borð, sum børnini sleppa at royna seg við.

 

Ein annar lærari, Ingvard Lamhauge, varaskúlastjóri, fortelur, at abbadóttir hansara, sum hevur gingið í forskúlan í Leirvík, hevur beinleiðis biðið abban um at koma og telva við sær. Gentan var seks ára gomul og hevði telvað í forskúlanum. Tí heldur Ingvard, at tað er sera umráðandi at byrja so tíðliga sum til ber at telva.

 

Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri, skrivaði m.a. í umsóknini til Bakkafrost í fjør:

"Sum partur av leiðsluni kann eg eisini nevna, at hetta átakið, saman við øllum tí góða arbeiði, sum dagliga verður gjørt í skúlanum, á einum leiðslustrategiskum plani hóskar væl inn í ætlanina hjá okkum at gera Runavíkar skúla til ein mennandi og spennandi skúla fyri okkara næmingar og harvið alt nærumhvørvið".

 

Í leikfólksins huga tykist ætlanin at rigga væl.

 


Myndin:
Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla, hevur tikið stig til at fáa talv á skúlaborð í Runavíkar kommunuskúla

 

TEKSTUR: Sonne Smith

   Talv í skúlanum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.