Tíðindasavn


28-09-2015 Óttin fyri at gerast eftirbátar er drívmegin

Í nýggjasta Miðnámsriti hevur Tórður Johannesarson viðtal við Herálv Jacobsen, formann Føroya Lærarafelags



1. Hvussu heldur tú, at politiska skipanin arbeiðir útbúgvingarpolitiskt:) Her verður m.a. hugsað um langtíðarætlanir og tá ið bygnaðarbroytingar skulu gerast:)

Tað er ringt at fáa eyga á ein yvirskipaðan útbúgvingarpolitikk. Á fólkaskúlaøkinum er tað so, at man roynir at fylgja við rákinum rundan um okkum, men grundgevingarnar fyri, hví vit gera sum vit gera, mangla. Tað verða í hvussu er ikki sett orð á tær. Nýggja próvtalsstigan tóku vit í brúk, so vit kunnu luttaka í útbúgving í altjóða høpi, og í tí sambandi skuldu vit hava og fingu málstýrdar námsætlanir. Neyðturviliga er einki galið í tí, men tað tykist sum um, at óttin fyri at gerast eftirbátar, er drívmegin, heldur enn skúlahugsanir ella útbúgvingarpolitikkur. Fólkaskúlin er seinnu árini so niðurpíndur fíggjarliga, at avbjóðingin er at fáa endarnar at røkka saman. Undir slíkum umstøðum er skjótt, at alt skúlaorðaskiftið tykist innantómt.

 

2. Hvat er passaligt næmingatal í flokkum:)

Í fólkaskúlalógini er ásett, at næmingatalið í flokkinum ”helst ikki” skal fara upp um 24 næmingar við skúlaársbyrjan. Tað átti at verið broytt soleiðis, at hámarkið fyri næmingatalið í flokkinum var 24 næmingar. Til vanliga floksundirvísing og undir vanligum umstøðum eru 24 næmingar í flokkinum eitt hóskandi tal. Tað eiga tó at verða námsfrøðilig atlit, sum avgera næmingatalið í flokkinum. Passaligt næmingatal í flokkum er í stóran mun tengt at næmingasamanseting, lærugrein og frálæruhátti. Er stórur munur á menningarstøðinum hjá næmingunum, ella eru fleiri næmingar, ið hava tørv á eyka stuðli, so eru 15 næmingar í flokkinum eitt passaligt tal. Er talan um verkligan frálæruhátt ella handaligar lærugreinar, so er somuleiðis best, um næmingatalið ikki fer upp um einar 15 næmingar. Tað eigur at vera rúm fyri at gera smærri bólkar ella at seta eyka lærarakreftir inn til ávís verkevni.

 

3. Hvussu heldur tú, at hugburðurin hjá myndugleikunum er viðvíkjandi námsfrøði:)

Tað er einki at ivast í, at avvarðandi myndugleikar gera sær tankar um, hvat neyðugt er í einum framkomnum skúla. Tað bera ískoytisútbúgvingarnar, sum seinnu árini eru settar í verk, prógv um. Ein støðugur trupulleiki er tó, at serútbúnu lærararnir ikki í nóg stóran mun sleppa at virka á sínum øki. Fyrst og fremst tí játtanin til fólkaskúlan er tepur, men eisini tí at nógvir skúlar eru so smáir og starvsfólkahópurin so lítil, at fleiri serútbúgvingar ikki eru til staðar. Meira yvirskipað kann sigast, at vit hava flutt okkum frá tí gomlu skúlahugsanini um útbúgving sum virðismikla í sjálvum sær, til at hugsa um útbúgving sum førleikamenning til víðari útbúgving og kappingarføri. Fólkaskúlalærarar standa í spenningsgeilini millum báðar hugsanirnar. Og vit hava ikki sett orð á, hvat vit vilja.

 

4. Hvussu heldur tú, brúgvagerð millum grundnám, miðnám og hægri nám virkar í løtuni:)

Tað verður tosað um brúgvagerð, men óvist er, hvat mann ítøkiliga meinar við. Skúlavegleiðararnir í fólkaskúlanum kunna um útbúgvingarmøguleikar og vitja á miðnámsskúlum so frægt, sum umstøður eru til, og einstakir miðnámsskúlar vitja framhaldsdeildirnar í skúlunum at greiða frá sínum virki og tilboðum. Hetta er sjálvandi at fegnast um. Men um talan er um brúgvagerð, veldst um, hvat vit leggja í orðið. Samskiftið millum fólkaskúla og miðnámsskúlar átti at verið munandi styrkt, so hvør visti av øðrum og um hvørjar avbjóðingarnar hvør í sínum lag hevði.

 

5. Hvussu sær tú tín leiklut sum fakfelagsformaður:)

Leikluturin sum fakfelagsformaður er í stóran mun myndaður av, at Lærarafelagið, eins og flestu fakfeløg í Føroyum, er eitt lítið felag, og tí er fíggjar- og arbeiðsorkan avmarkað. Tað, sum eg meti sum fremstu uppgávuna, er beinleiðis samskifti við limirnar, t.d. at limirnir kunnu venda sær til felagið við spurningum um arbeiðsviðurskifti og um viðurskifti av meira persónligum slagi. Tað er ein fyrimunur, at fjarstøðan millum einstaka limin og felagið er stutt, men hinvegin er tað arbeiðskrevjandi. Síðan kemur uppgávan at hava eyguni við, at avtalur og sáttmálar verða fylgd. Har er samskiftið við álitisfólkini í skúlunum kring landið av stórum týdningi. Í sambandi við avtalur og sáttmálar er sjálvsagt at samskifta við Mentamálaráðið, sum er evsti myndugleiki í fólkaskúlamálum og arbeiðsgevari hjá lærarum og skúlaleiðslum. Í sáttmála- og lønarspurningum er tað tó Fíggjarmálaráðið. Samanumtikið er arbeiðsøkið hjá formanninum sera umfatandi og fjølbroytt. Tað er einki at ivast í, at við eini størri umsiting hevði arbeiðið verið meira sundurlutað, men í eini lítlari umsiting mugu øll fáast við alt. Tann uppgávan, sum mangan liggur á láni, er at orða skúlapolitisku hugsanirnar hjá felagnum og í størri mun at luttaka í orðaskifti um fólkaskúlan.

 

6. Er samstarv millum YF Miðnám, Tekniska Lærarafelagið og Føroya Lærarafelag:)

Tað er eitt ávíst óformligt samband millum Lærarafelagið og YF. Hví samstarvið ikki er størri, er ikki gott at vita, men ein grund er allarhelst, at feløgini eru smá og arbeiðsorkan avmarkað. Tað hevði verið sera skilagott, um feløgini á útbúgvingarøkinum høvdu eitt felags forum, har man hittist, í byrjanini eina ella tvær ferðir um árið.

 

Greinin er endurgivin við loyvi frá Tórði Johannesarson. Hon stendur í nýggjasta Miðnámsriti nr 7, sum kann lesast á fh.fo Har eru eisini viðtal við formenninar í YF Miðnám og Tekniska Lærarafelagnum.

   Óttin fyri at gerast eftirbátar er drívmegin Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.