Tíðindasavn


23-10-2015 Nýggir miðlar skapa ein nýggjan veruleika

Sosialu miðlarnir spæla ein størri og størri leiklut hjá børnum og ungum - bæði í skúlanum og uttan fyri skúlan. Sambært Jonas Ravn, sum er verkætlanarleiðari við Center for Digital Pædagogik, ber ikki til at undirvísa á sama hátt sum fyri 10-15 árum síðan.

 

- Nakrir skúlar halda, at vit skulu aftur til undirvísingina, har allir tøkniligir miðlar vóru bannaðir: “Vit savna saman telefonir, og tit mugu ikki brúka tøknina at taka notur við, tí nú skulu øll fylgja við.” Hetta vilja næmingarnir ikki, tí tað er tað sama sum at biðja teir skera armin av og leggja hann uttan fyri flokshølið. Sum lærari mást tú tí royna at skilja, at tað ´at vera talgild´ er ein partur av tí at vera ung nú á døgum. Tey ungu kunnu ikki bara ´sløkkja´ henda partin, greiðir Jonas frá.

 

Hóast børn nú so at siga verða fødd við snildfon í hond, eru tey ungu ikki neyðturviliga tilvitað um tær moralsku hugsanir, tú mást gera tær, tá ið tú brúkar sosialu miðlarnar. At ferðast í talgilda veruleikanum krevur talgildan mentaskap. Harafturat mugu fleiri og fleiri fólkaskúlar taka støðu til talgilda happing, nakinmyndir, at ung leggja óhepnar lýsingar av sær sjálvum út á sosialu miðlarnar og aðrar trupulleikar, sum greitt undirstrika, at brúk er fyri, at miðlaetikkur kemur á tímatalvuna í skúlunum.

- Í fleiri ár hevur verið roynt at varpa ljós á trivnað í skúlunum, at næmingarnir ikki mugu skumpa og trokast í skúlagarðinum. Men vit skulu heldur ikki trokast talgilt. Børnini mugu vera tilvitað um, at hóast samveran á sosialu miðlunum er talgild, so eru andsvarini tey somu. Fyri tað, um tú ikki sært hin partin, merkir tað jú ikki, at tú kanst skriva hvat sum helst - tað rakar jú framvegis tann, sum situr í hinum endanum, sigur Jonas Ravn.

 

Tað hevur leingi verið uppgávan hjá skúlunum at viðgera talgildan mentaskap við næmingunum. Nýggju málini skerpa krøvini til talgildu førleikarnar hjá næmingunum - og við tí eisini krøvini til lærararnar, sum skulu fyrireika næmingarnar til talgildu øldina. Tí er vaksandi tørvur á, at tú sum lærari verður betur fyrireikaður at viðgera talgildan trivnað og netetikk við næmingunum.

 

- Skúlin hevur altíð havt eina mentaskapsábyrgd, og hon hvørvur jú ikki, hóast gerandisdagurin alsamt meiri fer fram á sosialu miðlunum. Eg síggi, at lærarar eru ótryggir, tá ið teir skulu viðgera sosialar miðlar við næmingum, sum, teir merkja, vita meiri um evnið. Tú skalt ikki vera bangin fyri at tosa um talgildan mentaskap við næmingarnar, bara tí tú ikki ert á facebook ella ikki veitst, hvat snapchat er. Tað snýr seg jú um lívføri og mentaskap í síni heild, og har hava tey vaksnu størri vitan. Næmingarnir eru talgilt innføddir á tann hátt, at tey skjótt kunnu seta seg inn í, hvussu sosialir miðlar virka, men etikki og morali í sama sambandi hava tey ikki fingið skil á. Tí hava tey brúk fyri at fáa eina fatan av samveruni á sosialu miðlunum, og tað er jú tað, lærararnir kunnu geva teimum, greiðir Jonas Ravn frá.

- Størsta avbjóðingin hjá lærarunum er at skilja, hvussu ung brúka sosial netverk, tí tað krevur, at tú setir teg inn í samverulagið og fært nakað at vita um sosialar miðlar.

Næmingarnir hava brúk fyri vaksnum fyrimyndum, sum vísa teimum vegin. Tí er umráðandi, at lærarar verða fyrireikaðir at práta við næmingarnar og fáa í lag ein sunnan netmentaskap - tað er tað, Jonas Ravn leggur grundina undir, tá ið hann vitjar skúlarnar.

 

Brot úr greinini Fólkaskúlin er avgerandi fyri talgildu menningina hjá næmingunum, sum Camilla Tang Jensen, kandidatur í donskum, og Jonas Ravn, kandidatur í miðlavísindi, Center for Digital Pædagogik, hava skrivað. Pól Jespersen hevur týtt greinina, sum er at lesa í styttari útgávu í Skúlablað nr 5, 2015 og í fullari longd á snar.fo

 

 

   Nýggir miðlar skapa ein nýggjan veruleika Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.