Tíðindasavn


16-10-2015 Vit kundu ynskt okkum - um sosialar miðlar í fólkaskúlanum

Tað hevði verið gott, um næmingarnir, tá ið tey fara úr fólkaskúlanum, høvdu lært at arbeitt við talgildum miðlum, og at tey høvdu royndir í tí at seta kós og stýra sínum uppmerksemi í nýggja miðlaumhvørvinum.

 

Vit eru mitt í einari miðlakollvelting. Turbulensurin er nógvur, og summi gera verndargirðingar, men vit síggja eisini, at summi eru før fyri at greina nýggju støðuna og taka ímóti henni. Avbjóðingarnar eru nógvar, eitt nú tað serliga, at uppmerksemið verður sogið út úr undirvísingarhølinum. Møguleikarnir eru stórir, men fólk vita kanska ikki nóg væl um teir, og teir hava kanska eisini nýggjar og øðrvísi undirvísingarhættir sum fyritreyt.  

 

Trupulleikar og møguleikar

Tvørleikarnir í nýggja miðlaumhvørvinum eru ikki heilt ómøguligir at loysa. Tað kemst m.a. av tí, at trupulleikar og møguleikar stava frá tí sama, nevniliga teirri nýggju rúm-tíð, talgildu miðlarnir geva okkum, har flokshølið verður latið upp virtuelt. Sambært okkara greiningum eru broytingarnar í høvuðsheitum í tveimum stigum.

 

Fyrsta stigið snýr seg um tað, at vit hava ikki enn ment eina siðvenju til at lofta teimum nýggju støðunum, talgildu miðlarnir skapa. Avgerandi nýtt er í fyrsta lagi tað, at vit nú kunnu fáa fatur á alskyns upplýsingum, hvar tað skal vera, og nær tað skal vera.

 

Í øðrum lagi ber nú til at fáa í lag samskifti við hvønn sum helst, hvar sum helst. Her sæst eisini, hvussu trupulleikar og møguleikar ganga hond í hond, tí samstundis sum tú verður órógvaður í undirvísingarstøðuni, hevur tú góðar og nýggjar møguleikar at koma á tal við spennandi og viðkomandi fólk.

 

Annað stigið snýr seg um at menna eina góða kt-mentan, sum krevst til tess at kunna vera við í nýggja miðlaumhvørvinum. Tú skal duga at finna upplýsingar og duga at vera vandin, tá ið tú metir um keldurnar. Tú mást duga at orðbera teg í nýggjum mentanarberandi miðlum sum t.d. bloggum og Youtube. Tú skalt duga at stýra tínum uppmerksemi, og tú skalt duga at vera væl við bæði í undirvísing og samfelagnum sum heild. Tann einstaki hevur í nýggja miðlaveruleikanum fleiri møguleikar at siga sína hugsan, at taka lut, at savna upplýsingar á ymsan hátt og somuleiðis at gera góðar undirvísingarfelagsskapir - um so er, at næmingarnir læra at brúka nýggju miðlarnar við umhugsni og víðsýni.  

 

Brot úr grein eftir Jesper Tække, lektara í miðlavísindi, Aarhus Universitet og Michael Paulsen, lektara í námsheimspeki, Aalborg Universitet, í tíðarritinum, Liv i skolen, nr. 2 2015, (Sociale medier i skolen). Pól Jespersen hevur týtt. Greinin er at lesa í styttari útgávu í Skúlablað nr 5, 2015 og í fullari longd á snar.fo

 

   Vit kundu ynskt okkum - um sosialar miðlar í fólkaskúlanum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.