Tíðindasavn


19-10-2015 Spurningurin um ferðing í arbeiðstíð ikki loystur

Í valstríðnum segði fráfarandi landsstýrismaðurin við skúlamálum, Bjørn Kalsø, at spurningurin viðvíkjandi ferðing hjá lærarum í arbeiðstíð er loystur. Men spyrt tú formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen, so er hetta meira ivasamt.

 

- Mentamálaráðið hevur innanhýsis gjørt uppskot um eina mannagongd í sambandi við, at lærarar skulu ferðast úr einum skúla í annan í arbeiðstíð sínari. Avtalan umfatar KT-vørðir, AKT-lærarar, SSP-umboð, lesivegleiðarar, serlærarar, orðblindalærarar, lestrarvegleiðarar og skúlabókavørðir.  Hetta uppskotið er eftir okkara tykki láturliga smáskorið, og vit taka ikki undir við tí. Uppskotið er ikki á nakran hátt lokkandi og fer ikki at gera mun yvirhøvur, sigur Herálvur Jacobsen.

Uppskotið til mannagongd gongur í stuttum út uppá, at lærari, sum í arbeiðstíð skal flyta seg úr einum skúla í annan, fær eitt ávíst tímatal tillutað, roknað eftir skúlastødd, fjarstøðu og við eini miðalferð á 60 km. um tíman. Sum hugsað dømi kunnu vit nevna, at lærari í Klaksvík, sum t.d. starvast sum lesivegleiðari á Viðareiði, sambært hesi útrokning fær 6,16 tímar skrásettar sum arbeiðstíð um árið. Hetta er ikki nakað, sum lærarar fara upp at garta um.
- Vit vilja hava eina mannagongd, sum ásetir eitt minstamark, sama hvussu langur teinurin er í kilometrum ella minuttum, tað vil siga, at bara tað at tú skalt flyta teg úr einum skúla í annan gevur tær eitt minstagjald,. Vit hava heitt á Mentamálaráðið um at koma við einum øðrvísi og betri uppskoti.

 

Tað er vælkent, at nógvir lærarar ferðast í ólukkumát millum ymsar bygningar, sum sami skúli heldur til í. Her er talan um lærarar, sum ferðast millum ymsar skúlar. Sambært Herálvi Jacobsen eru tað ikki nógvir lærarar, hvørs arbeiðsuppgávur í skúlanum eru soleiðis háttaðar, at teir arbeiða í fleiri skúlum og tí skulu flyta seg ímillum skúlar.
- Tað er øðrvísi hjá lærarum samanborið við aðrar starvsbólkar, tá ið talan er um t.d. ferðing, tí alt arbeiðið hjá lærarum skal skrásetast í virksemisætlanina. Og hóast ferðing ikki er knýtt beinleiðis at undirvísingini, so má ferðatíðin skrásetast, annars er lærarin, á pappírinum, ikki til arbeiðis. Leisturin, sum Mentamálaráðið hevur skotið upp, leggur als ikki upp fyri, hvussu langt ella leingi ein lærari skal brúka, tá ið hann flytur seg úr einum skúla í annan í arbeiðstíð.

   Spurningurin um ferðing í arbeiðstíð ikki loystur Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.