Tíðindasavn


01-10-2015 At lesa við oyrunum

Sum lærari hjá lesiveikum og orðblindum kenna Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer alt til, hvussu lesiveik og orðblind børn hava tað við sínar avmarkingar.

 

Annika Marr Poulsen er lesivegleiðari og orðblindalærari, og Fríðbjørg Hammer er serlærari við lesing og orðblindi sum høvuðsøki; tær arbeiða ávikavist í Skúlanum á Fløtum í Havn og í Kollafjarðar skúla. Tær eru á einum máli um, at tað er umráðandi, at tann orðblindi verður sæddur og viðurkendur sum tann, viðkomandi er, og ikki bara sum trupuleikin viðkomandi hevur.
- Summir lærarar duga ógvuliga væl at fáa orðblind at trúgva upp á seg sjálv, sigur Fríðbjørg Hammer. Hon hevur kannað nógvar næmingar fyri orðblindni, og hon sigur frá einum orðblindum næmingi í triðja flokki, sum segði henni, at tað besta, hann visti, var frílesing.

 

- Eg undraðist, tí eg visti, at hann dugdi næstan ikki bókstavirnar. So eg spurdi hann, hvat hann lesur. “Harry Potter,” svaraði drongurin. Hvussu ger hann tað, hugsaði eg og spurdi hann. “Jú, eg koyri proppar í oyruni, so lesi eg við oyrunum, tí tað hevur lærarin hjá mær sagt, at tað kann mann gott.” Hetta at lesa við oyrunum er so góður máti at lýsa trupulleikan. Orðblind hava trupulleikar at lesa við eygunum; sjálvsagt skulu tey kunna lesa við oyrunum. At lesa snýr seg um at fáa vitan, og tá er tað líkamikið, um vitanin kemur ígjøgnum eyguni ella oyruni, sigur Fríðbjørg Hammer.

 

Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer kundu hugsað sær ein portal, har alt tilfar til orðblind og lesiveik verður savnað, eitt sokallað talgilt bókasavn.
Hugsið tykkum tit, hvat hesin næmingurin hevði fingið burturúr, um hann hevði atgongd til eitt talgilt bókasavn á tremur við ljóðbókum á føroyskum, sigur Annika Marr Poulsen.

 

Lesið drúgva samrøðu við Anniku Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer í Skúlablað nr 5, 2015, ið júst er komið.

   At lesa við oyrunum Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.