Tíðindasavn


02-11-2015 Hvussu tolin skulu vit vera?

- Vit hava verið í eini tilgongd í nógv ár, men hon gongur alt ov seint, og tað harmast vit um, tí tey orðblindu bera prísin hvønn dag, siga Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer, orðblindalærarar


Annika Marr Poulsen og Fríðbjørg Hammer arbeiða sum lærarar ávikavist í Skúlanum á Fløtum í Havn og í Kollafjarðar skúla. Annika Marr Poulsen er lesivegleiðari og orðblindalærari og Fríðbjørg Hammer er serlærari við lesing og orðblindi sum høvuðsøki. Tær kenna tí alt til umstøðurnar, sum orðblind hava í fólkaskúlanum. Hóast batar eru, til dømis fleiri orðblindalærarar, eru umstøðurnar langt frá nóg góðar, siga tær. Saknur er á einum orðaðum politikki á orðblindaøkinum, har nøkur mál verða sett fyri, hvat vit vilja.
- Vit mugu fáa orðað ein politikk á orðblindaøkinum ongantíð ov skjótt, har vit greitt siga, hvat vit vilja, hvør kósin skal vera, hvat tilboð orðblind skulu hava og so framvegis. Av tí at vit eingi mál hava sett fyri, hvat vit vilja og eiga bjóða orðblindum, so eru vit alla tíðina eftirbátur. Vit hava verið í eini tilgongd í nógv ár, men hon gongur alt ov seint, og tað harmast vit um, tí tey orðblindu bera prísin hvønn dag, sigur Annika Marr Poulsen.

 

Ein avleiðing av, at tað eru ov fá og nøktandi tilboð til orðblind, er, at vit taka føroyska málið frá orðblindum.
- Av tí at amboðini eru so fá og tey flestu ikki hava føroyska málið, læra orðblind seg at samskifta á donskum til dømis, og tey fara á danskan eftirskúla fyri orðblind at læra tað, sum tey ikki hava kunnað lært í fólkaskúlanum í Føroyum. Hetta er ógvuliga spell og als ikki nóg gott. Tøknina hava vit, men hon tosar ikki altíð føroyskt, siga Fríðbjørg Hammer og Annika Marr Poulsen.

 

Vit plaga at samanbera okkum við, hvussu tað er uttanlands; Fríðbjørg og Annika eru tó ivasamar um støðan uttanlands er so øgiliga nógv betri enn í Føroyum.
- Hinvegin hava tey uttanlands fleiri og betri amboð, fleiri testir, so øgiliga nógv meiri tilfar og tøkni. Vit hava stórtsæð bara Orðabankan og CD-Orð, og hesi bæði amboðini eru ikki nøktandi, sum tey eru. Orðabankin kann til dømis ikki brúkast til teldlar, og tað er ógvuliga óheppið, tí mestsum allir skúlar útgera næmingar sínar við teldlar, og Orðabankin kann ikki brúkast til Apple yvirhøvur, sigur Fríðbjørg Hammer.

 

Felagið fyri orðblindalærarar hevur verið í sambandi við avvarðandi myndugleikar og eisini havt fund við landsstýrismannin við skúlamálum fleiri ferðir.
- Tann seinna útbúgvingin fyri orðblindalærarar er kanska komin í kjalarvørrinum av, at felagið hevur víst á stóra tørvin á orðblindalærarum, og tað er gott, men tað er so nógv annað, sum kundi og átti at verið gjørt afturat. Bara tað at forløgini ikki syrgja fyri, at allar bøkur, sum verða givnar út til børn og næmingar í skúlanum, ikki verða gjørdar til tekstfílur á teldu, er ov galið. Har er tað sum at tosa fyri deyvum oyrum, sigur Annika Marr Poulsen.

 

 

   Hvussu tolin skulu vit vera? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.