Tíðindasavn


06-10-2015 Forskúlin góða undirtøku

Umframt tey 685 børnini, sum fóru í fyrsta flokk, í august, byrjaðu 144 børn í forskúla, sum eisini er eitt slag av fyrsta skúladegi.

 

 

Forskúlin fær betri og betri undirtøku; hetta skúlaárið ganga 144 børn í forskúla. Seinastu árini eru fleiri forskúlar komnir, tann nýggjasti er í Runavíkar Kommunuskúla, sum tekur ímóti 30 forskúlabørnum.

 

Hóast forskúlin framvegis elvir til kjak millum lærarar og námsfrøðingar, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag, er eingin ivi um, at komandi árini fara fleiri forskúlar at koma. Greitt er, at nýggi Skúlin á Fløtum, sum fer at verða bygdur í vesturbýnum í Havn, fer at hava forskúla. Somuleiðis fer Lítli skúli, sum er nýggjur privatskúli, at hava forskúla.

 

Tað eru ikki tvey ár síðan, at kunngerðin um forskúla kom, og sum skilst virka allir forskúlarnir í landinum eftir kunngerðini, uttan forskúlin í Sankta Frans skúla, sum er tann elsti í landinum. Í eini grein á heimasíðu Skúlablaðsins í 2011 sigur ein lærari í Sankta Frans skúla, at forskúlabørn hava ein fyrimun, tá ið tey byrja í fyrsta flokki.

 

Lesið greinina her: http://skulabladid.fo/Heim.aspx:)ID=610&M=News&PID=1962&NewsID=4821

 

   Forskúlin góða undirtøku Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.