Leys størv

Tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Vegna farloyvi verður starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla lýst leyst til setanar í tíðarskeiðinum frá 1. august 2019 til 31. juli 2020. Í skúlanum verða 37 næmingar í 1. – 7. flokki næsta skúlaár. Fýra lærarar starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Hann skal virka fyri, at næmingar og lærarar trívast, skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim og í samstarvi við foreldrini  virka fyri, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal fyrstilærarin vera førur fyri at skipa eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal fyrstilærarin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á at menna skúlaskapin í kommununi.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir.

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Velbastaðar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 3. juni 2019.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110  Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi. Sí heimasíðu skúlans www.vel.fo .

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.