Leys størv

Tíðaravmarkað starv sum útoyggjalærari í Kirkju-Hattarvíkar skúla

Hevur tú hug at royna teg sum útoyggjalærara, so er møguleiki at søkja tíðaravmarkað starv í Kirkju/Hattarvíkar skúla. Starvið verður sett frá 1. oktober 2019.

Umstarvið

Í Kirkju/Hattavíkar skúla verða 2 næmingar, ein næmingur í 5. flokki og ein í 7. flokki. Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Útoyggjalærarin skal fremja gott samstarv millum skúla og heim og virka fyri, at næmingarnir trívast og fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar-og setanartreytir

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1, 29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, c.v. og øðrum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 18. september 2019. Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið

Tinghúsvegur 7

Postrúm 3279

110 Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðiðhevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.