Leys størv

Tíðaravmarkað lærarastarv leyst á Skúlatrøð

frá 8. desember 2021 til 24. juni 2022

Søkt verður eftir lærara við setanarbroti 0,8 til tíðaravmarkað starv

Undirvísingartímarnir eri hesir:

Sertilboð við næmingum í mið- og hádeild 8 t/v
Lívfrøði og landalæra í 8. flokki 6 t/v
Lívfrøði og landalæra í 9. flokki 6 t/v
Miðfirrað serundirvísing 2 t/v

Starvið hevur lønarbrot 0,8, men kann eftir ynski gerast til fulltíðarstarv.

Søkt verður eftir lærara, sum:

vil arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
dugur at samstarva og er fyrikomandi
sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingunum
torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
hevur áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Starvið eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 16. november 2021 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: vagn.foldbo@skulin.fo, ella sendast til:

Á Skúlatrøð

att: Vagn Foldbo, skúlastjóri

Postsmoga 260

FO-700  Klaksvík

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Vagn Foldbo, skúlastjóra, á tlf. 780202, ella við at senda teldupost til vagn.foldbo@skulin.fo

Skúlaárið 21/22 ganga 717 næmingar í 1. – 10. flokki á Skúlatrøð. 67 lærarar og 9 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.