Tíðindi
28.09.2023
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur játtað eini umsókn um royndar- og menningarvirksemi, har skúlarnir í syðru hálvu av Suðuroynni søkja um tímar, so tættari samstarv verður millum skúlarnar í økinum.
Í umsóknini verður endamálið lýst soleiðis:
Vit ynskja at byrja eitt yvirskipað samstarv og lýsa møguleikarnar hjá skúlunum at arbeiða saman. Her verður bæði hugsað um á leiðslu/lærarasíðuni og eitt tættari samstarv millum næmingar. Endamálið er at fáa sum mest burtur úr samlaða lærarahópinum í skúlaøki okkara, umframt at lætta skúlaskiftið hjá næmingum, sum koma úr Sumba og Porkeri til Vágs í 8. flokk.
Nevnt verður eisini, hvat innihaldið í høvuðsheitum snýr seg um.
Og har verður millum annað nevnt, at tímatalva kann leggjast í felag, so til ber at “læna” lærarar hvør frá øðrum, og verður sagt, at hetta er við til, at lærarar í Vágs skúla koma at kenna næmingar í Sumba og Porkeri frá skúlabyrjan. Eisini koma lærarar í skúlunum at kennast betur.
Sagt verður eisini, at lærarar í Sumba og Porkeri koma at kenna, hvussu tað er at starvast á einum størri skúla við nógvum næmingum og lærarum, og at lærarar í Vágs skúla hinvegin koma at kenna, hvussu tað er at starvast á einum lítlum skúla við fáum næmingum og 2-3 lærarum.
Ætlandi vera felags námsfrøðiligir fundir á skránni árliga, og umhugsað verður eisini at lýsa størv leys í felag, so fakligi tørvurin verður dekkaður tvørtur um skúlamørkini.
Komið verður eisini inn á ætlanir um felags tiltøk innan t.d. ítrótt, og tá tað snýr seg um evnisdagar og merkisdagar.
Sum dømi verður millum annað víst á, at næmingar kunnu hittast til ein náttúru- og tøknidag í Porkeris skúla. Eisini kunnu næmingar í Porkeris skúla og Sumbiar skúla hittast í Vágs skúla, eftir at eldru næmingarnir eru farnir í lesifrí, har eitt nú sang- og rørsluløtur kunnu vera á skránni.
Komið verður eisini inn á felags sang- og tónleikaløtur og at vera í felag um Legoleague.
Lagt verður aftrat, at skúlarnir longu hava tað í felag, at næmingar úr Sumba og Porkeri koma til Vágs í 8. flokk og taka fráfaringarroynd fólkaskúlans í Vágs skúla.
Tekstur: Dagfinn Olsen
Savnsmynd av Sumbiar skúla