Bloggur

Tá tilvildin ræður ...

Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður og fyrrverandi námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, bloggar

16-08-2022

Tað fyrsta, hann segði við tey, tá ið hann kom inn í flokkin, var, at hetta var ikki hansara yndisfak, men hann var noyddur at undirvísa teimum í hesum fakinum, tí stjórin hevði sett hann til hesar tímarnar.

Hann royndi eftir besta førimuni at fáa tímarnar at ganga, og tey vóru eisini hjálpsom. Tey dugdu at fáa hann at flyta seg; tey spurdu hann ymiskt um hansara áhugamál. Tað riggaði hvørja ferð. So forgloymdi hann seg, og tímin fleyg avstað. 

Ofta spurdi hann: ”Hvat skulu vit finna uppá í dag?” Tey høvdu nógv góð hugskot, og hann gekk teimum næstan altíð á møti, um ynskið ikki var ov víðgongt. Ofta var nógvur larmur í tímunum, tí hann megnaði ikki at fáa øll at sita still.

Soleiðis gekk árið. 

Hetta var eitt próvtøkufak í 9. flokki, ið hann hevði tey í. Hann hevði givið teimum øllum eitt 12-tal í ársmeti, tí, sum hann segði, tey vóru so ómetaliga dugnalig og fitt. Hetta árið skuldu tey ikki til próvtøku í umrøddu lærugreinini, so 12-talið varð standandi.

Jú, tey vóru nøgd við 12-talið! Hetta varð roknað sum eitt torført fak. Samd vóru tey tó um, at tey høvdu einki lært; at tíðin var vorðin spilt burtur. Tey høvdu nærum onga undirvísing fingið ígjøgnum árið.

Ofta hoyrist, at tey góðu próvtølini fylgja tí góða læraranum. Um so er, so var hesin tann ideelli lærarin.

Eingi krøv vórðu sett hesum næmingunum, og tó trivust tey illa í hesum fakinum. Eisini lærarin varð merktur av at noyðast at undirvísa í einum faki, sum hann ongar fortreytir hevði at undirvísa í.

Týdningarmikið fyri undirvísingina í skúlunum eru karmarnir og fyriskipanirnar kring gerandisdagin. Sigast kann, at fólkaskúlin er ein væl skipað eind við neyvum kørmum og greiðum ásetingum. Fakligu námsætlanirnar vísa á, hvørji krøv skulu náast í lærugreinunum, og undirvísingargongdir tryggja tilrættalegging av undirvísingini, so samanhangur og kontinuitetur fylgjast.

Tó vísa nýggjar kanningar, eins og omanfyri nevnda dømið, ið ein næmingur nýliga fortaldi, at karmar og fyriskipanir einsamallar tryggja ikki, at allir næmingar fáa eins góða undirvísing. 

Nógv teir flestu næmingarnir trívast væl í okkara fólkaskúla, men teir gera vart við, at teir troyttast av tí tilvildarliga og høpisleysa. Samdir eru teir eisini um, at larmur ofta er ein trupulleiki í skúladegnum.

Næmingarnir vilja hava miðvísa og væl skipaða undirvísing frá fakliga dugnaligum og eldhugaðum lærarum. Lærarum, sum vita, hvat teir vilja røkka í  undirvísingini, og sum megna at vekja teirra áhuga og bera teimum vitan og innlit, so teir fáa kensluna av, at teir læra nakað, sum er umráðandi og mennandi. 

Vit kunnu bara hugsa um allar tímarnar, ið børnini brúka eftir skúlatíð, at íðka  ítrótt, venja tónleik, fáast við ymsa list og ymiskt handverk. Tað snýr seg í stóran mun um at menna førleikarnar innan økið, at hugsavna seg, at fordjúpa seg og at gera tað, sum hann/hon brennir fyri. Tá er einki óført.

Onkrar vaksnar røddir eru stundum frammi í miðlunum um broytingar, sum skulu lætta um skúladagin hjá næmingunum. Hesar røddir halda seg vita, at næmingar kenna skúladagin ov strævnan og kravmiklan, og at teir tí trívast ov illa í skúladegnum; og tær halda seg eisini vita, júst hvussu og hvat skal broytast í skúladegnum. 

Vit skulu taka tað í álvara, at tað eru næmingar, ið ikki trívast í skúladegnum. Vit skulu eisini taka tað í álvara, at næmingar eru børn, ið hava ymisk lívskor og ymiskar avbjóðingar. Eitt er tó vist. Vit noyðast at hava neyva vitan, áðrenn vit mæla til loysnir. Tað er tí neyðugt at gera neyvar kanningar, so tilmæli byggja á veruliga vitan og ikki bara tilvildarlig uppáhald.

Umráðandi er, at næmingarnir kenna seg virdar og tiknar í álvara. Tað gera næmingar (og lærarar), tá ið politikarar og skúlaverkið vísa viljan at tryggja, at okkara næmingar (og lærarar) fáa ein so góðan og innihaldsríkan skúladag sum gjørligt. 

Við ynskjum um eitt gott skúlaár!

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.