Tíðindi

Korona ávirkar skúlan

Lærarar runt um landið fóru í sving við tað sama og fóru í holt við at hugsa um allar møguleikar og at leggja ætlanir. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

17. mars 2020

Seinastu dagarnir hava av sonnum verið nakrir hendingaríkir og løgnir dagar. Tað, sum byrjaði so langt burturi sum í Kina, hevur alsamt otað seg nærri oyggjum okkara, og nú er hon knappliga eisini hjá okkum, Koronasmittan. Hósdagin komu so boðini, sum meir ella minni raka hvørt einasta heim í Føroyum: skúlin verður stongdur í tvær vikur!

At skúlin knappliga verður stongdur í minsta lagi tvær vikur, er løgið í sjálvum sær, men tað er nú einaferð soleiðis, støðan er í dag. Hetta er ein fullkomiliga nýggj støða, ein støða, heimurin ongantíð hevur upplivað fyrr. Vit skulu sostatt øll finna okkum til rættis í hesum nýggja veruleika, eisini føroyski fólkaskúlin.

Boðini frá myndugleikunum vóru, at næmingarnir á onkran hátt skuldu verða undirvístir tíðarskeiðið, sum teir verða heima við hús. Lærarar runt um landið fóru í sving við tað sama og fóru í holt við at hugsa um allar møguleikar og at leggja ætlanir. Nógv hugskot hava verið uppi og vent, og loysnirnar eru sjálvandi eisini ymiskar.

Tað veldst t.d. um, hvønn aldursbólk talan er um. Er talan um byrjanardeild, má verða lagt til rættis heilt øðrvísi, enn um talan er um framhaldsdeild, har próvtøkan ikki er so langt burturi. Felags fyri alla undirvísing, sum verður løgd til rættis í hesum døgum, er, at lærararnir í øllum stigum í fólkaskúlanum hava víst, hvussu lættliga og skjótt teir klára at laga seg til nýggjar umstøður og treytir.

Summir skúlar eru farnir í holt vit ymisk sløg av fjarundirvísing, sjálvt um tað ikki er nakað, skúlin fæst við dagliga. Hóast hetta hava lærarar sett ymiskar skipanir í verk við teimum hentleikum, sum eru til taks á viðkomandi skúla. Eisini heimasíðurnar hjá skúlunum verða nógv brúktar í hesum døgum. Tær hava flest allar ein heimasetning, har boð kunnu leggjast, og avtalast kann, hvat næmingarnir skulu gera teir ávísu dagarnar. Ein triði møguleiki er so talgilda skipanin Wiseflow, sum verður brúkt til landsroyndir og próvtøkur og royndir í framhaldsdeild. Har kunnu næmingarnir so fara inn og loysa uppgávur eitt ásett tíðarskeið.

Tað er hugaligt at síggja, hvussu væl vit klára at lofta einari sovorðnari undantaksstøðu, sum vit gera í dag. Tó er tað púra greitt, at hetta slagið av undirvísing kemur ongantíð at standa mát við ta vanligu undirvísingina, har lærarar og næmingar eru saman, og lærarar undirvísa. Hetta er eitt tíðarskeið, sum krevur øðrvísi loysnir, og tað er gott, at vit í fólkaskúlanum so skjótt kunnu laga okkum til broyttar fortreytir. Loysnirnar eru kortini bara fyribils, og eingin ivi skal vera um, at vit gleða okkum øll til at fáa ein vanligan gerandisdag í skúlanum aftur.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.