Bloggur


Summarfrítíð, kom, tú skalt fáa bomm!

Ingun Háberg Söderqvist, lesandi á Námsvísindadeildini á øðrum ári, bloggar

11. juni 2015


Setrið hevur føðingardag, og í síðstu løtu avgeri eg, saman við eini vinkonu, at vit skulu hátíðarhalda føðingardagin saman við øðrum lesandi, lærarum og starvsfólki uppi í Dansifrøi. Vit lesandi grenja viðhvørt (les: nokk so ofta) um, at einki nakrantíð hendir á skúlanum. ”Tey skipa ikki fyri nøkrum”, ”Eingin tekur nakrantíð stig til nakað,” siga vit. Allíkavæl er tað eingin, sum teknar seg, tá so tiltøk eru á skránni, og onkur endiliga hevur tikið stig til okkurt. Tað er einki at siga til, at eingin skipar fyri nøkrum, tá nú undirtøkan er so elendig, sum hon ferð eftir ferð vísir seg at vera. Sama ger, vit avgera so at fara. Matskráin sær góð út, vit vita um onnur, sum eisini ætla sær at fara, so tað boðar frá góðum. Hetta skal nokk gerast eitt hugnaligt kvøld. Báðar kenna vit okkum eitt sindur stressaðar. Vinkonan skrivar bacheloruppgávu, og sjálv eri eg í holt við ársins endaprojekt. Hetta tykist sum eitt gott høvi at kunna kopla heilan frá eina løtu og slappa eitt sindur av mitt í øllum resinum.
 

Endaprojektið er annars rættiliga spennandi. Eg eri í mínum rætta elementi (sum so ofta hetta skúlaárið). Vit skulu læra okkum at læra okkum okkurt nýtt. Altso, vit skulu duga at seta okkum inn í okkurt nýtt. Í tí sambandi eri eg farin undir at læra meg at polstra. Eg skal gera eitt møbilstoff ella eitt klæði, sum eg skal polstra okkurt við. Eg havi valt at klæða ein skammil, sum omma hevur átt, og eg skal polstra hann við onkrum, bundnum úr føroyskum tógvi. Eisini havi eg valt eitt føroyskt bindingamynstur. Spennandi, ha:) Samstundis, sum hetta produktið skal gerast, læri eg eina rúgvu. Afturat tí praktiska skal ein uppgáva skrivast, latast inn, og so skal hon verjast.
 

Omanfyrinevnda stressið snýr seg tó eisini um, at vit eru mitt í flyting. Akkurát tær somu vikurnar, sum uppgávan skal skrivast og verjast, skulu vit náa at flyta. Nýggja íbúðin, vit skulu leiga, skal málast, tann gamla vaskast, alt skal pakkast, ting skulu koyrast vekk, umvælast, og í øllum veksur bara bunkin av vaskiklæðum o.s.v. Familjan skal ikki forsømast, og arbeiði skulu passast, og so fekk sonurin aftur fepur. Tað er nokk bara eitt tekin um, at vit eisini mugu minnast til at seta okkum niður og slappa eitt sindur av. Og tað var tað, eg gjørdi, tá eg fór at hátíðarhalda Setrið við góðum mati, deiligum selskapi og fínum práti við tey klókastu í Føroyum. Og tað var ordiliga hugnaligt. Men tá árið nærkast endanum, fái eg somu afturvendandi kenslu. Summarfrítíð, kom, tú skalt fáa bomm!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.