Tíðindi

Stórur áhugi at gerast lærari

Ikki færri enn 84 vilja útbúgva seg til lærari

06.07.2020

Tá ið freistin at søkja inn á Fróðskaparsetrið var úti síðsta mikudag, vóru 84 umsóknir komnar til læraraútbúgvingina, 49 gjøgnum kvotu 1 og 35 gjøgnum kvotu 2. Hetta er ein vøkstur samanborið við í fjør, tá ið ávikavist 32 og 20 søktu. Til samanberingar var umsóknartalið til námsfrøðiútbúgvingina 42 gjøgnum kvotu 1 og 38 gjøgnum kvotu 2 og til sjúkrarøktarútbúgvinga ávikavist 37 og 41. Hesi tølini eru eisini hægri samanborið við í 2018.

Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um stóra áhugan. Í stuttari viðmerking sigur Jacob Eli S. Olsen:

Grundarlagið undir einum góðum fólkaskúla eru góðir lærarar. Við nógvum umsóknum til læraraútbúgvingini kunnu vit rokna við, at tey, sum verða tikin upp, eru væl skikkað til lærarayrkið.

Fríggjadagin fingu 32 lærarar læraraprógv handað á Námsvísindadeildini.

Til mestsum allar útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru komnar nógv fleiri umsóknir í ár samanborið við undanfarna ár, 469 fólk hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið at lesa í ár. Talan er um ein vøkstur upp á 18,1 prosent samanborið við talið á umsóknum í fjør.

Vøksturin í bachelorumsóknum er 27,5 prosent.

Her er tað serliga læraraútbúgvingin, sum hevur fingið fleiri umsóknir í ár, men eisini samfelagsligu útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini hava størri áhuga millum umsøkjararnar.

Les eisini: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/nogv-fleiri-umsoknir-i-ar/

https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/32-nyggir-laerarar-fingid-progv/

Myndin er tikin av heimasíðuni: setur.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.