Tíðindi

Stór og týdningarmikil uppgávu at standa á odda fyri Føroya Lærarafelag

Røða, sum Jacob Eli S. Olsen helt á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag sum nývaldur formaður leygardagin 6. apríl 2019

08.04.2019

Góðu limir

Tað kennist væl at standa sum formaður Føroya Lærarafelags saman við tykkum. Enn betur er tað, at tað eru so mong at standa saman við. Aðalfundurin er staðið, har limirnir møtast. Hetta er ein góður dagur. Lat okkum fáa fleiri slíkar.

Tað er ein stór og týdningarmikil uppgávu at standa á odda fyri Føroya Lærarafelag. Okkara arbeiði í fólkaskúlanum er avgerandi fyri samtíðina og framtíðina í Føroyum. Tí eiga vit at hava bestu umstøður at virka í. Hesum vil eg stríðast fyri í dagliga arbeiðinum og í samráðing,

Eg vil gera mítt til sum formaður felagsins at umboða felagið væl og við virðing, og eg ætli mær at arbeiða tætt saman við nevndini, undirfeløgunum, álitisfólkunum, limunum og umsitingini.

Einsamøll koma vit onga leið, men saman standa vit sterk.

Saman kunnu vit vinna sigrar fyri lønarligu og starvsligu áhugamálunum hjá øllum limum Føroya Lærarafelags.

Lønarsamráðingar standa fyri framman, og fyrsta uppgávan hjá nevndini verður at skipa samráðingarnar.

Nøkur viðurskifti eru, ið undanfarna nevnd hevur arbeitt við, og sum vit eiga at taka við og ansa eftir til samráðingarnar.

Undirvísingartíðin eigur at lækka. Avtalan um arbeiðstíðina hjá lærarum fær ikki einsamøll syrgt fyri hesum. Eitt hægsta undirvísingartímatal eigur at verða ásett.

Samband skal verða millum ábyrgd og løn í skúlunum. Hetta er bæði galdandi fyri leiðslur og lærarar, ið hava útbúgvið seg at taka ábyrgd av serstakum økjum í skúlanum.

Vit eiga at umhugsa, hvussu kravið hjá fakfeløgunum um 37 tíma arbeiðsviku kann lagast til okkara arbeiðstreytir.

Ongar av okkara sømdum eru sjálvfylgjur. Tað krevst nú sum áður neyvt arbeiði og treiskni at vinna okkum rættindi.

Um vit skulu vinna okkum rættindi, so má samfelagið kenna dygdina og týdningin av arbeiðinum, ið verður gjørt í skúlanum.

Vit hava ikki størri virðing, enn vit vinna okkum sjálv. Skúlablaðið ger eitt gott arbeiði at vísa á arbeiði í skúlunum og eigur at halda fram við hesum. Men vit kunnu øll gera okkara. Við at vísa á okkara avrik vinna vit virðing. Við at vísa á loysnir vinna vit virðing.

Vit vita lítið um, hvussu lærarar og leiðslur trívast í arbeiðinum. Langt er síðan, at nøkur kanning varð gjørd av trivnaðinum. Ein partur av hesum er, at vitanin um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarunum er sera avmarkað. Eg kundi hugsað mær, at vit vistu meira um, hvussu støðan er á hesum økinum, og at arbeiðið við sálarliga arbeiðsumhvørvinum bleiv ment og skipað.

Eg síggi fram til at umboða Føroya Lærarafelag og arbeiða saman vit tykkum øllum komandi trý árini.

Takk fyri.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.