Tíðindi

Stór avbjóðing at fáa næmingar at gera ítrótt

- Vit hava loyst hetta við, at tað í skiftingarrúmunum í ítrótti eru klivar til øll at skifta klæði og fara undir brúsu. Hetta vænta vit fer at bøta væl um uppmøtingina í ítrótti, so hetta eri eg sera fegin um, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri í Skúlanum við Streymin

03.03.2021

At fáa næmingar at kenna seg væl, tá ið teir gera ítrótt í skúlanum, er ein problematikkur, sum nógvir skúlar stríðast við. Tað er ein mangan stórur trupulleiki at fáa næmingar at fara undir brúsu eftir ítrótt; trupulleikin er so stórur, at næmingar gera alt fyri at sleppa undan, og tí er nógva staðni stór frávera í ítrótti. Hví næmingar aftra seg at fara undir brúsu saman við øðrum næmingum kemst lutvíst av, at teir vilja ikki vísa seg fyri øðrum næmingum í ongum klæðum orsakað av høga kropsidealinum, sum ger seg galdandi nú á døgum, og vandanum fyri, at onkur tekur mynd av teimum í ongum klæðum.

- Eg var eisini í samband við Sernám tá og umrøddi henda problematikkin við ítróttinum, og sálarfrøðingurin skilti væl problematikkin, at so nógvir næmingar ikki vilja undir brúsu eftir ítrótt, og at tað tí er so stór frávera í ítrótti. Hóast vit eru so opin í dag, so hevur tað ongantíð verið so flóvisligt at vísa seg fyri øðrum í ongum klæðum. Vit hava fartelefonfrían skúla, men børn kunnu kortini vera bangin fyri, at onkur tekur mynd. Avbjóðingin at fáa øll at gera ítrótt er í øllum førum ógvuliga stór, og vit vilja hava øll at gera ítrótt. Vit halda, at vit hava loyst hetta við, at tað í skiftingarrúmunum í ítrótti eru klivar til øll at skifta klæði og fara undir brúsu. Hetta vænta vit fer at bøta væl upp á uppmøtingina í ítrótti, so hetta eri eg sera fegin um er komið, og eg eri spentur at síggja, hvussu hetta fer at hepnast. Í mínum arbeiði innan parasport havi eg sæð, hvussu gjørt verður nógva staðni í Evropa, og har eru klivar at skifta og fara undir brúsu vanligir. Føroyar eru sum frálíður helst tað einasta staðið um okkara leiðir, har tað enn eru opin brúsurúm.

Í nýggja Skúlanum við Streymin er ítróttarhøll til 340 áskoðarar umframt pláss til rørslutarnað. Skúlastjórin greiðir í samrøðu í Skúlablaðnum frá, at tá ið hann fekk møguleikan at standa á odda fyri Skúlanum við Streymin, vóru tað serliga trý viðurskifti, hann hevði í huga.

- Tað fyrsta var, at tað skuldi vera pláss fyri øllum; tað merkir, at tað í einum vanligum floksrúmi skulu vera umstøður fyri, at næmingar skulu kunna trekkja seg aftur og vera fyri seg sjálvar uttan at verða noyddir at fara út úr skúlastovuni. Tað annað var ein opin skúli, har tað eru so fáar læstar dyr sum til ber, og so nógv glas sum til ber, so ljós kann koma úr øllum heraðshornum. Og tað triðja, at umstøðurnar í ítrótti skulu vera soleiðis, soleiðis, at allir næmingar kenna seg væl, sigur Sonni Djurhuus.

Les alla greinina í Skúlablaðnum

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.