Tíðindi

Stuttligt at síggja, hvussu væl næmingarnir hugsavna seg um talvspælið

Undirvísingartilfarið frá Helga Dam Ziska hevur verið lætt at brúka hjá okkum lærarum, sum ikki hava royndir í talvi, sigur Bogi G. Otthamar, lærari í Eysturskúlanum.

5. september 2018

Í Eysturskúlanum verður undirvíst í talvi í grunddeildini. Stórtelvarin, Helgi Dam Ziska, hevur vitjað í skúlanum fleiri ferðir.

- Hann hevur bæði undirvíst næmingunum og telvað ímóti teimum, og næmingarnir hava glett seg til vitjanirnar, og serliga tað at sleppa at telva ímóti honum er nakað, ið tey minnast afturá og tosa um. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl næmingarnir hugsavna seg um talvspælið, serliga tá ið teir telva við klokku. Við talvundirvísingini hava næmingarnir fingið eitt spæl, ið øll duga og kunnu spæla í fríkorterunum. Tá spæla tey eisini saman við næmingum, tey annars ikki plaga at spæla við. 

Eisini á Skúlatrøð fegnast tey um vitjan frá stórtelvaranum. Berit Norðoy Vilhelmsen er lærari á Skúlatrøð.

- Helgi hevði skeið hjá okkum í februar í ár. Bæði royndir telvarar og nýbyrjarar vóru á skeiðnum, og vit fingu øll nógv burturúr, tí Helgi var væl fyrireikaður. Eftir skeiðið fóru vit undir talvundirvísing í øðrum og triðja flokki. Eg havi roynt tilfarið hjá Helga á báðum floksstigum, og tað hevur roynst væl. Tað er ikki neyðugt at vera ein góður telvari fyri at kunna undirvísa í tí. Nógvir næmingar duga betur at telva enn eg, men tað ger einki. Læraravegleiðingin er góð, og uppgávurnar eru hóskandi til einstaka tíman.
Tað hevur eisini verið stuttligt at síggja næmingarnar royna seg við øðrvísi uppgávum. Næmingarnir hugsavna seg á annan hátt enn við vanligum støddfrøðiuppgávum, tey læra at hugsa fram í tíð, tí fyri at vinna spælið mugu tey leggja eina spæliætlan.

Fyri fýra árum síðan gjørdu tey eitt átak í Skúlanum við Løkin fyri at styrkja telving í skúlanum.

- Vit søktu Bakkafrost um stuðul til at keypa 125 talvborð, og tann stuðulin fingu vit. Vit fingu eisini Finnbjørn Vang, formann í Talvsambandinum, at hava skeið fyri lærarum og leggja teimum lag á, sigur Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Skúlanum við Løkin.
Innskúlingin er í Glyvra skúla, og tað er eisini har, at mest verður telvað. Talvundirvísingin er ikki so skipað í dag, tað er meira upp til tann einstaka læraran. Men fleiri av lærarunum, sum vóru á skeiði hjá Finnbjørn, hava varðveitt hugin at undirvísa í talvi, tí teir hava sæð úrslit hjá næmingunum. Talv er tí framvegis ein partur av undirvísingini í skúlanum.
Tað er lætt at læra grundleggjandi reglurnar í talvi, so øll hava møguleika at vera við. Og tá børnini telva, hugsavna tey seg, og tey virða mannagongdina og mótpartin. So eisini fyri sosialu menningina hjá børnunum er tað gott at hava frálæru í talvi.

Tað er Nám, sum hevur givið út bókaheildina eftir Helga Dam Ziska, Kom og telva. Heildin, sum er talvlærutilfar á grundstigi, fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti og er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum, men hon er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.

Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður tilfarið stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.

Uppgávur hoyra til á leið helvtina av frálærutímunum. Hesar skulu verða loystar í uppgávuheftunum – Kom og telva I (s. 1-52) og Kom og telva II (s. 53-106). Svarlisti til uppgávurnar er í grundbókini.

Tekstur: Dorit Hansen

Mynd: Birgir Kruse

Les alla greinina í Skúlablaði nummar 4.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.