Tíðindi

Stutta starvslæran elvir til øsing

Um læraralesandi skulu gerast til reiðar til veruleika fólkaskúlans, mugu tey sjálv ogna sær royndir uttan fyri skúlans karmar, tí starvslæran er alt ov stutt, eru læraralesandi samd um

24.01.2019

Læraralesandi í Føroyum sleppa einans í starvslæru tríggjar vikur um árið. Longdin á starvslæruni er óbroytt seinastu árini, men leiðslan á Námsvísindadeildini hevur eitt brennandi ynski um at leingja tíðina úr trimum vikum upp í fimm vikur, men tað tykist vera trupult at fáa pening játtaðan.

Trupulleikin við, at tey læraralesandi hava so lítið av starvslæru, er, at hon ikki megnar at fyrireika tey lesandi til veruleika fólkaskúlans. Her kemur sonevnda "praksissjokkið" til sjóndar, har nýútbúni lærarin fær ein stóran hvøkk, tá ið hann fer undir starvið sum lærari, tí tað ber í sær nógv ymiskt, sum hann ikki er fyrireikaður til.

Rut Smith Láadal og Aggi Ásgeirsdóttir, sum eru læraralesandi á 3. og 4. ári, halda, at tað hevði verið sera gevandi at havt munandi meira starvslæru, og at starvslærutíðin tí átti at vaksið við í minsta lagi eini helvt. Rut skoytir uppí, at tá ið hon fór undir læraralesnaðin, fekk flokkurin at vita frá leiðsluni, at starvslærutíðin fór at vaksa munandi eftir ynski frá Mentamálaráðnum, men soleiðis varð ikki. Rut hevur verið tvær ferðir í starvslæru, har hon fyrru ferðina var úti í 2 vikur og seinnu ferðina í 3 vikur. Hetta heldur hon vera alt ov lítið.

Spurdar um, hvat endamálið við starvslæruni er, svara tær við ein munn, at endamálið er at knýta ástøðini, sum verða lærd í skúlanum, saman við veruleikanum í einum fólkaskúlaflokki.

- Við at vera í starvslæru sleppa vit at royna tað av, sum vit hava lært, og hetta gevur eina nýggja og meira persónliga fatan av ymsu ástøðunum, sigur Aggi.

Spurdar um, hvat endamálið við starvslæruni er, svara tær við ein munn, at endamálið er at knýta ástøðini, sum verða lærd í skúlanum, saman við veruleikanum í einum fólkaskúlaflokki.

- Við at vera í starvslæru sleppa vit at royna tað av, sum vit hava lært, og hetta gevur eina nýggja og meira persónliga fatan av ymsu ástøðunum, sigur Aggi.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2018, sum kom út í desember.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.