Leys størv

Stuðulsstarv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 1 námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21 at byrja eftir nærri avtalu, tá umsóknarfreistin er farin. Starvið er í sertoyminum, lønarbrotið er 0,75. Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.
 
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :

• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan

• duga væl at samstarva og samskifta • eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

• eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
 
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur, og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul ella aðrar viðkomandi royndir.
 
Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.  Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
 
Námsfrøðiliga stuðulsstarvið er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Námsfrøðingar í sertoymi eru løntir í lønarflokki 13-21 Hjálparfólk eru lønt í lønarflokki 3-9. Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.
 
Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. september 2020 kl. 12.00
 
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331.
 
Runavíkar kommunuskúli hevur uml. 460 næmingar, av hesum eru 45 í forskúlanum og 18 í sertoyminum, og um 58 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.