Tíðindi

Strongd í skúlahøpi

Tað, at næmingurin soleiðis er í eini kapping við floksfelagar og seg sjálvan nærum alla tíðina, kann hava stóra ávirkan á kensluliga lívið hjá næminginum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

01.08.2017

Í hesum døgum økist talið av næmingum í Danmark, sum stríðast við strongd. Nakrar av orsøkunum sigast at vera landsroyndir, PISA-royndir, próvtøkur og annað. Mette Fredriksen, forkvinna í danska javnaðarflokkinum, hevði fyri stuttum eitt upplegg um, hvussu vælvirkandi skilagóð og arbeiðssom børn og ung kunnu enda í tí ólukkuligu støðu, at gerast álvarsliga sjúk við strongd. Hendan sjúkan kann hava so nógvar vanlukkuligar fylgir, so sum eitt nú angist og tunglyndi.

Tað er tá, vit ikki megna tað, vit skula, ella ikki hava passandi tíð til eina uppgávu, at vit kunnu merkja eitt vet av strongd. Hendir hetta alt ov ofta, fáa vit kensluna av, at vit/eg eri ikki nóg dugnalig. Tá vit sum skúli brúka eina ørgrynnu av tíð til at kanna børn í teirra førleikum, fyri at vit betur skulu vita, hvat tað er, vit skulu gera fyri at betra um undirvísingina, so er stórur vandi fyri, at vit samstundis styrkja neiligu sjálvskensluna hjá onkrum/fleiri næmingum.

Lærarauppgávan er at styðja og styrkja um sjálvskenslu og sjálvsvirði hjá næminginum, samstundis sum vit skulu stuðla næminginum í miðvísum arbeiði, at náa so stórum fakligum málum sum møguligt. Hetta gerst ikki við at taka royndir aftur og aftur. Heldur skuldu vit brúkt tíðina til at síggja, virða og menna næmingin.

Tá næmingar hava verið til onkra av hesum royndum, tað veri seg landsroynd, lesiroynd, støddfrøðiskanning o.s.fr., er tað oftast so, at næmingarnir ynskja at síggja sítt egna avrik í mun til floksfelagar. Oftast hevur næmingurin kensluna av at hava klárað seg væl ella illa, í mun til hini í flokkinum, og tí ikki í mun til tað, næmingurin megnaði seinasta ár.

Tað, at næmingurin soleiðis er í eini kapping við floksfelagar og seg sjálvan nærum alla tíðina, kann hava stóra ávirkan á kensluliga lívið hjá næminginum. Hann skal alla tíðina fremja betringar í sínum arbeiði. Øll børn ynskja at liva upp til tær væntanir, ið settar verða, bæði av okkum, sum undirvísa, av foreldrunum og so sanniliga eisini frá næminginum sjálvum.  

Hesi høgu krøv um góð avrik hava avgjørt ávirkan á sálarliga lívið hjá næmingunum. Men við øktum undirvísingar tímatali og øktari arbeiðsbyrðu eru krøvini til undirvísaran eisini vorðin tyngri. Tað er ongin loyna, at sálarligt arbeiðsumhvørvi og sálarligt arbeiðstrýst ikki er serliga nógv umrøtt í Føroyum. Hetta er eisini galdandi, tá vit tosa um føroyska fólkaskúlan.

Kanska er tíðin komin til at hyggja nærri at hesum, soleiðis at vit ikki enda í somu støðu sum danir, við alt fleiri børnum og vaksnum við álvarsligum fylgjum av strongd.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.