Tíðindi

Strembanin og ynski um dreymaumstøður

Thomas More skrivaði fyri nærum fimm øldum síðan meistaraverkið, Utopia – um eitt samfelag í javnvág, har m.a øll samstarva, ikki útlúgva seg við arbeiði og kenna seg nøgd. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

02.03.2021

Umsorganarøkið tykist ongantíð at hava havt so stóran leiklut og týdning sum nú. Men í okkara vælbjargaða landi verða alt ov fáar munagóðar íløgur raðfestar og framdar í økið, sum viðvíkur okkum øllum.

Tá ið arbeiðstíðaravtalan kom í gildi fyri nærum 20 árum síðan, fingu at kalla allir lærarar 120 tímar fyri at ráðlegging, samstarv, menning og fundarvirksemi. Harmiligt er, at nú skulu vit leita sera leingi eftir lærarum, ið hava meira enn 100 tímar skrásettir á hasum økinum. Hetta er bert eitt av mongum økjum, sum mugu betrast.

Og tá ið eisini leiðslur kenna seg noyddar at skera av á øðrum økjum eisini orsakað av vantandi játtaðum tímum, ja, so sigur tað sjálvt, at lærarar undirvísa meira nú enn nakrantíð – og hetta er í einari tíð, har vit tosa um neyðugt samstarv, m.a. tí vit hava alsamt fleiri næmingar, ið stríðast fakliga og við ymiskari sálarkvøl.

Íløgur í fólkaskúlan nú

Sum formaður felagsins okkara nevndi í Degi & Viku herfyri, so eigur landið – um tað ber til at gera íløgur í asfalt og glæstribygningar – sanniliga at gera veruligar munagóðar íløgur í týdningarmesta fólkastovnin í landinum.   

Tað er sera undarligt, at fleiri stovnar biðja – og fáa – eykajáttan á at kalla hvørjum ári, meðan fólkaskúlin skal fyri ein og hvønn prís halda seg til játtanina. Vit skulu alla tíðina royna at vísa og gera okkara – og taka ábyrgd fyri støðuni – men hvar er okkara myndugleiki og okkara samstarvsfelagi?

Serflokkar og sertilboðini eru ikki nóg mikið

Leiðslufrælsið tykist fjara burtur, og tað er harmiligt, at myndugleikar, ið varða av fólkaskúlanum, ikki síggja møguleikan at styrkja skúlan sum eina íløgu í framtíðuna – og ikki minst fyri tann menniskjaliga partin, men eisini tann fíggjarliga partin. Vit síggja jú alsamt fleiri lærarar sjúkramelda seg, tí orkan er púrasta uppi. Eisini síggja vit ein vaksandi lista av næmingum, ið ikki megna dagin og enda á serøkinum.

Tað er ikki rættvíst, at ein leiðsla ikki kann leiða skúlan, sum hon vil. M.a. við at veita fleiri tímar til ráðlegging og samstarv, tá ið hon sær, at lærarar hava tørv á meira samstarvi heldur enn tann eina undirvísingartíman aftrat teimum frammanundan mongu.

Vit fegnast um, at fleiri serflokkar eru settir á stovn kring landið, men vit hava kortini sera nógvir næmingar, ið eru í sokallaðara gráa økinum, har eitt serflokkatilboð er eitt ov stórt frávik, men har vit eisini merkja, at professionella hjálpin við sálarfrøði er alt ov langt burturi.

Landsstýrismaðurin átti at hugt at serøkinum og kannað, um tað ber til at umraðfesta orkuna ella gera íløgur soleiðis, at fleiri sálarfrøðingar verða knýttir at fólkaskúlanum. Tá hevði tað bert gingið dagar, til at ein næmingur fekk serkøna hjálp. Okkara førleiki og orka røkkur ikki altíð at loysa ógvusligar sálarligar trupulleikar.

Flokslæraraleikluturin má styrkjast

Ein byrjan upp á betri umstøður, er at geva flokslæraranum meira tíð til bæði at samstarva og hava meira tíð til hvønn næming. Tá hevði flokslærarin havt meiri orku til at undirvísa heldur enn at sløkkja eldar, meðan hann undirvísir.

Thomas More ynskti eitt rættvíst samfelag, har eingin datt niðurímillum. Og tað er beinleiðis átaluvert, at okkara ríka samfelag ikki megnar at veita nóg hóskandi umstøður og nóg góða og skjóta hjálp, tá ið á stendur.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.