Tíðindi

Starvslæruvegleiðaraskeiðið neyvan veruleiki í ár

Í juni lýsti Námsvísindadeildin við nýggjum eftirútbúgvingartilboði, sum er skeið fyri starvslæruvegleiðarar og akkersfólk. Eingin umsókn var komin inn, tá ið freistin at søkja var farin. Námsvísindadeildin ger eina roynd aftrat við at leingja freistina tvær vikur.

17.08.2021

Í gjár var freistin úti at søkja inn á skeiðið fyri starvslæruvegleiðarar og akkersfólk. Eingin umsókn kom inn. Lærarar hava tó víst skeiðnum áhuga við at spyrja seg fyri á Námsvísindadeildini, tá ið talan er um ymisk praktisk viðurskifti, so sum um frían vikar, tá ið undirvísingin er, og um hvør rindar fyri skeiðsluttøkuna.

- Vantandi áhugin at søkja kemst ivaleyst av, at tey, sum melda seg til skeiðið, ikki fáa frían vikar, og at tey sjálv skulu gjalda fyri skeiðið. Tað undrar meg kortini, at eingin umsøkjari er, tá ið so nógv fólk ígjøgnum so langa tíð hava víst á stóra tørvin á skeiði sum hesum; umframt hevur Lærarafelagið ferð eftir ferð víst á tørvin á starvslæruvegleiðarum, og fólk hava sagt seg vera áhugað í at sleppa at slíkt skeið, sigur Hans Harryson, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.

Hóast freistin verður longd, ivast undirvísingarleiðarin í, um skeiðið verður í ár.

- Skúlaárið er byrjað, og tað er ringt hjá lærarum at melda seg til eitt skeið so seint, og eftir at allar tímatalvur eru lagdar. Helst skulu í minsta lagi 12 luttakarar til, um skeiðið skal verða veruleiki. Skeiðsluttakararnir skulu møta til undirvísing triðja hvønn fríggjadag. Endar tað við, at vit ikki fáa nóg mikið av umsøkjarum, tá ið longda freistin er farin, so bjóða vit skeiðið út aftur komandi ár, og tað gera vit í góðari tíð, helst longu beinanvegin, soleiðis at umsøkjararnir kunnu fáa tað at bera til í sambandi við arbeiðstíðina. Vit mugu ásanna, at vit hava boðið hetta skeiðið út ov seint.

Vanliga rindar Mentamálaráðið ella avvarðandi skúli fyri skeiðum sum hesum; Námsvísindadeildin leggur seg ikki út í tann spurningin, sigur Hans Harryson.

- Vit taka okkum bara av at skipa skeiðið.

Skeiðið kostar 21.000 kr fyri hvønn luttakara.

Á starvslæruvegleiðaraskeiðnum fáa lærarar og námsfrøðingar møguleikan at menna sínar førleikar at taka móti lesandi, sum koma í starvslæru, og hjá lærarum eisini at menna sínar førleikar sum akkersfólk hjá nýggjum lærarum úti á skúlunum.

Skeiðini fyri ávikavist lærarar og námsfrøðingar eru ymisk. Starvslæran er ein týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru grannalond okkara farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.

Lærarar, ið taka tílík skeið í Danmark, Noregi og Finnlandi, standa fremst fyri, tá ið starvslæruvegleiðarar verða tilnevndir.

Leiðslan á Námsvísindadeildini hevur kannað, hvussu starvslæruvegleiðaraskeið verða skipað aðrastaðni. Skeiðini er ikki eins, men tey hava ymiskt í felag. Námsvísindadeildin hevur havt samband við skúlastjórar, lærarar og lesandi og hava fingið staðfest, at í føroyska skúlaverkinum er eitt stórt ynski um, at fólkaskúlalærarar skulu hava møguleika at taka eitt skeið í starvslæruvegleiðing.

Tað serliga við tí føroyska skeiðnum er, at tey lesandi fara ikki bara at fáa servitan um starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiði. T.e. at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnum lærarum eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.

Les meiri um skeiðið her: https://www.setur.fo/fo/utbugving/adrar-utbugvingar-og-skeid/eftir-og-iskoytisutbugvingar/namsvisindadeildin/starvslaeruvegleidaraskeid/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.