Tíðindi

Starvslæran og veruliga arbeiðið sum lærari eru hvør sítt

Nógv hava sagt, at starvslæran er so langt frá veruleikanum, og at um eg ongar royndir hevði úti á arbeiðsmarknaðinum, fór tað at verða ótrúliga strævið at arbeiða tey fyrstu árini, sigur Sharon Sivertsen, læraralesandi og læraravikarur

17.09.2019

Í síðstu viku kundu vit á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum lesa um læraralesandi, ið arbeiða sum vikarar í fólkaskúlanum, samstundis sum tey lesa á Námsvísindadeildini. Tað vísir seg nevniliga, at vikarroyndirnar bøta munandi um starvsmøguleikarnar, tá tey lesandi verða liðug við útbúgvingina.

Ein teirra, ið arbeiðir sum vikarur, er Sharon Sivertsen. Hon er júst farin undir triðja árið av læraraútbúgvingini, og hon sær stórar fyrimunir í at arbeiða sum vikarur í lestrartíðini.

Sharon valdi at søkja starv sum vikarur eftir eina starvsvenjing, tí hon fekk at vita frá útbúnum lærarum, at starvsvenjing og læraralív ikki kundi samanberast.

Hon sigur soleiðis:

- Aftaná eg hevði verið í starvslæru, gjørdi eg av at søkja mær vikarstarv á sama stað. Fleiri lærarar góvu mær tey góðu ráðini, at starvslæran og at tað at arbeiða sum lærari er heilt hvør sítt. Skúlin tók væl ímóti mær, og byrjaðu nú veruligu royndirnar sum lærari. Satt varð, sum lærararnir høvdu sagt mær: At hava ein fullan dag hjá einum lærara var nakað heilt annað, enn upplivingina eg hevði í starvslærutíðini.

Spældi tað inn, at tað økir um møguleikarnar at fáa arbeiði?

- Orsøkin til, at eg søkti mær eitt vikarstarv, var, at fleiri av lærarunum á starvslæruplássinum mæltu til at royna meg út um starvsvenjingina. Fleiri teirra søgdu, at starvslæran er so langt frá veruleikanum, og at um eg ongar royndir hevði úti á arbeiðsmarknaðinum, fór tað at verða ótrúliga strævið at arbeiða tey fyrstu árini. Eisini søgdu tey, at lættari varð at fáa arbeiði, um eg hevði nakrar royndir áðrenn. Eg tók hasi orðini til mín og legði tey í geyma. Tá ið eg so hevði fingið vikarstarvið, varð eg ótrúliga glað fyri vísdómsorðini, ið eg fekk, tí soleiðis var veruleikin. Starvslæran og veruliga arbeiðslívið vóru hvør sítt. Eg kom í ymiskar støður, sum eg ikki hevði lisið um, og eg fann útav, at har er nógv praktisk viðurskifti úti á arbeiðsplássinum, sum eg ikki hevði hugsað um fyrr.

Hvat annað hevur tú fingið burtur úr royndunum sum vikarur?

- At starvast sum vikarur hevur verið ómetaliga gott fyri meg. Eg síggi, hvussu veruliga læraralívið er, og eg sleppi at royna meg heilt einsamalla. At skula jonglera fýra ymiskar flokkar uppá ein dag er ótrúliga strævið, men mennandi. Eg havi fingið eina stóra virðing fyri lærarum. Eisini føli eg, at eg altíð kann spyrja lærararnar um ymiskt, sum mær tørvar vitan um ella hjálp til.

- Tað, sum hevur ment meg mest í vikarstarvinum, er, at alt tað teoretiska, sum eg læri í skúlanum, kann koblast upp á tað praktiska arbeiðið, sum eg geri sum vikarur. Alt fellur meira upp á pláss, og kenni eg meg hepna at kunna fáa hesa vitanina, sum hjálpir mær at skilja næmingarnar betur.

Les eisini: http://www.skulabladid.fo/at-arbei%C3%B0a-sum-l%C3%A6raravikarur-undir-l%C3%A6raralestri-ger-ta%C3%B0-l%C3%A6ttari-at-f%C3%A1a-l%C3%A6rarastarv

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.