Tíðindi

Starvsfólkanormeringin í forskúlanum átti at verið betri

Vit hava eitt gott tilboð, men tað kann gerast betri. Summi børn hava brúk fyri meiri tíð enn onnur, og tey eru serliga tey, vit høvdu rokkið betur, um vit vóru fleiri um tey. Tað siga Eyvind Akraberg Hansen, lærari, og Katrin Lindberg Mortensen, námsfrøðingur, í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum

27.04.2022

Skúlin á Fløtum hevur tveir forskúlaflokkar í ár við í alt 47 børnum, ávikavist 23 og 24 børnum. Skúlin er trísporaður, og tí er pláss fyri einum flokki aftrat. Tey eru tríggir lærarar og fýra námsfrøðingar; fjórði námsfrøđingurin arbeiðir sum stuðul og er ikki fulla tíð. Normeringin er eitt starvsfólk fyri hvørji 9 børn, og raðfylgjan er lærari og síðan námsfrøðingur. Nøkur børn hava stuðul. 1. februar vóru 53 børn innskrivað til forskúlan komandi skúlaár, men innskrivingin er ikki liðug. Eyvind Akraberg Hansen, sum er lærari í forskúlanum í Skúlanum á Fløtum, hevur royndir úr øðrum forskúla. Hann heldur, at normeringin átti at verið enn betri.

- Er fundamentið ikki væl forankrað, so fer húsið at ridla, tá ið vit koma longri upp. Tí eiga vit at gera innskúlingina so góða sum til ber. Tíbetur laga vit skipanina soleiðis, at ein lærari, sum børnini kenna úr forskúlanum, fylgir teimum inn í skúlan, sigur hann.

Forskúlin í Skúlanum á Fløtum er enn rættiliga nýggjur. Eyvind Akraberg Hansen og Katrin Lindberg Mortensen, námsfrøðingur, vóru við í arbeiðsbólkinum, sum var settur at skipa innihaldið og karmarnar rundan um forskúlan. Upprunaliga var lagt upp til, at lærararnir og námsfrøðingarnir, sum eru um forskúlabørnini, fylgja við, tá ið børnini byrja í fyrsta flokki og hava flokkin fyrsta árið. Sostatt fóru somu starvsfólk at vera um børnini í tvey ár; hetta varð tó av ongum, tí námsfrøðingar hava ikki somu starvs- og lønartreytir, tá ið teir arbeiða í skúla samanborið við forskúla. Tað er spell, halda tey bæði, tí tey ivast ikki í, at tað er best fyri børnini.

- Høvdu øll starvsfólkini fylgt við inn í fyrsta og lutvíst annan flokk, høvdu vit kunnað lagt eina góða grund undir skúlalívið hjá børnum, siga tey bæði.

Í fyrireikandi arbeiðinum var arbeiðsbólkurin á kunningarferð kring landið í teimum forskúlum sum eru. Forskúlarnir eru allir ymiskir; forskúlin, sum hugtók arbeiðsbólkin mest, var Brúgvin í Runavíkar kommunuskúla. Hann heldur til í gamla Glyvra skúla.

- Vit fingu góðan íblástur umframt gjølla gjøgnumgongd alla staðni, har vit vóru, men tað var serliga grundtankin undir forskúlanum í Runavíkar kommunuskúla, sum svaraði best til tað, vit høvdu hugsað frammanundan, og sum vit vildu, nevniliga at skipa eitt glíðandi og líðandi skifti úr dagstovni í skúla. Tey kalla forskúlan Brúgvin, sum lýsir tað væl, sum tey leggja dent á, nevniliga at gera eina brúgv úr dagstovninum til skúlalívið; fyrsti parturin í forskúlanum líkist mest tí, sum fer fram í barnagarðinum, so ganga næmingarnir upp um ryggin á brúnni inn í fólkaskúlan. Vit festu okkum í hesa myndina, sigur Eyvind Akraberg Hansen.

Júst hesir grundtankarnir leggja seg upp at tí, sum er so umráðandi við forskúlanum, halda tey bæði, nevniliga tryggleikanum.

- Tað hevur so sera stóran týdning, at børnini kenna seg trygg; tey skulu vera trygg, tá ið tey koma í forskúla, og tey skulu vera trygg, tá ið tey byrja í fyrsta flokki, sigur Katrin Lindberg Mortensen.
- Tað fakliga hevur ikki størst týdning í forskúlanum. Tað týdningarmesta er at byggja ein flokk upp, sum hevur tað gott. Ein flokkur, sum hevur ótrygg børn og sum halda seg aftur og fyri seg sjálv, fer altíð at hava eitt sleip, og tað verður trupult hjá teimum børnunum at fóta sær, tá ið ferð kemur á tað fakliga. Tí snýr hvør einasti dagur í forskúlanum seg um at fáa flokkin at rigga; tey skulu vera glað og góð við hvørt annað, sigur Eyvind Akraberg Hansen.

Enn er forskúlin so nýggjur, at tað er ov tíðliga at taka samanum, hvussu forskúlin hevur roynst. Fyrsta tíðin var merkt av, at byrjað var í Kongagøtu, so flytingin fylti nógv og órógvaði eitt sindur. Toymisfundur er hvørja viku, og fundur er við leiðsluna aðru hvørja viku; á hesum fundur verða allir steinar vendir og snaraðir, sigur Eyvind Akraberg Hansen.

- Vit taka alt upp, sum kemur okkum til hugs. Vit høvdu eina greiða og lidna ætlan, tá ið vit fóru í gongd við forskúlan, men síðan eru fleiri tillagingar gjørdar, tí tað er jú ikki fyrr enn, vit royna alt í verki, at vit síggja, hvussu tað gongur, og hvat er skynsamt. Tað er meiri, hvussu vit brúka skúlan og umhvørvið, sum er tillagað, heldur enn tað reint innihaldsliga.

Skúlin á Fløtum hevur tveir forskúlaflokkar við í alt 47 børnum hetta skúlaárið; pláss er fyri einum flokki aftrat. Tey eru tríggir lærarar og fýra námsfrøðingar um øll børnini. Normeringin er eitt starvsfólk fyri hvørji 9 børn, og raðfylgjan er lærari og síðan námsfrøðingur. Nøkur børn hava stuðul. 1. februar vóru 53 børn innskrivað til forskúlan komandi skúlaár, men innskrivingin er ikki liðug.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2022

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni