Leys størv
Hevur tú hugsjónir, áræði og dirvi, og megnar tú at ganga á odda fyri einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri á Sankta Frans skúla.
Í Sankta Frans skúla ganga 392 næmingar í 1. – 9.flokk, umframt 44 næmingar í forskúla. Tað starvast 50 starvsfólk í skúlanum. Starvið verður sett 1.august 2025
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum
dugir at samstarva og er fyrikomandi
við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans
undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut og ábyrgd fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.
Harumframt vænta vit, at varaskúlastjórin:
hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og megnar at hava yvirlit og dugir at skipa fyri
støðugt er við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúlan, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
saman við skúlastjóranum og leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum
umsøkjarar við leiðsluroyndum og við góðum kt-førleikum hava fyrimun
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum. Umsøkjarar sum antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving hava fyrimun.
Lønar- og setanartreytir
Setarnarøkið er Sankta Frans skúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er lønt í lønarflokki 34-1. Mánaðarlønin er kr. 47.752,61 umframt 17% í eftirløn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya lærarafelag. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann setti er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir
Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25.apríl kl. 16.00
Fleiri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Aslaug Olsen, skúlastjóra tlf. 282536 ella við at senda teldupost til aslaug.olsen@skulin.fo