Leys størv

Starv sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla

Hevur tú hugsjónir, áræði og dirvi, og megnar tú at ganga á odda í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja starv sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla.

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum:

· undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgdini og leiðsluni av virksemi skúlans

· við virkisfýsni er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipans skúlaleiðarans

· er næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans og undir fráveru skúlastjórans virkar í hansara stað

Harumframt vænta vit, at varaskúlastjórin:

· hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og megnar at hava yvirlit og dugir at skipa fyri

· støðugt er við til at áseta mál og virkisætlanir fyri skúlan, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

· saman við skúlastjóranum skapar virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

· áhaldandi er við til at fremja eitt gott samstarv millum skúla og heim umframt leggja dent á góða og mennandi starvsfólkaleiðslu

· hevur góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Um starvið

Í starvinum eru um 675 leiðslutímar svarandi til umleið 12 undirvísingartímar umframt annað innan ráðlegging, fundir og samstarv.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir

Starvið er lønt í lønarflokki 31-3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er fast starv at byrja frá 1. august 2022. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum, c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mai 2022.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Jón Højsted, skúlastjóra tlf. 30 25 53 ella 21 14 87 ella við at senda teldupost til jon.hojsted@skulin.fo

Um skúlan Endamálið við skúlanum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúlatilboð innanfyri teir karmar og mørk sum fólkaskúlalógin ásetur. Í Kollafjarðar skúla ganga í ár 121 næmingar í 1. – 9. flokki. Harumframt starvast 16 lærarar og 5 onnur starvsfólk í skúlanum

Kollafjarðar skúli - Botnavegur 2 × 410 Kollafjørður - telefon 302550 × www.kol.fo × kol@kol.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.