Leys størv

Starv í Kvívík skúlaáríð 2020-2021

Eitt starv sum lærari verður hervið lýst leyst at søkja í Kvívíkar skúla fyri skúlaárið 2020-2021.

Talan er um eitt lærarastarv í tíðaravmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2020/2021, sum er leyst at seta í samband við avlopstímar. Starvsbrotið er áleið 0,8-0,9

Endaliga tímatalið og starvsbrotið verður endaliga ásett 1. september 2020.

Søkt verður eftir lærara:

• Ið m.a. kann undirvísa í støddfrøði, søgu, kristni, heimstaðarlæru, náttúru og tøkni, alisfrøði/evnafrøði, handaverk og list.

• Ið hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum

• Ið leggja dent á mennandi læruumhvørvi, virðiligt samstarv og trivna

• Ið vilja vera við til at menna skúlan á øllum økjum

Lærarastørvini verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlaleiðaranum í hendi seinast mikudagin 20. juni 2020 klokkan 12:00.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til kvi@skulin.fo. Nærri fæst at vita um størvini hjá Høgna V. Warberg, fyrstalærara, á tlf: 29 24 22. Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni: www.kvivikarskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.