Leys størv

Størv til Brúnna - forskúli - í Runavíkar kommunu

Søkt verður eftir:

• 1 lærara til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023-2024 - lønarbrot 0,75
• 1 námsfrøðingi til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023-2024 - lønarbrot 0,75
• 4 námsfrøðiligum stuðlum til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023-2024 – lønarbrot 0,5

Til námsfrøðiligu stuðulsstørvini er fyrimunur, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:

• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
• vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Námsfrøðiligu størvini verða lønt av Runavíkar kommunu sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-21 og hjálparfólk í 3-8.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 06. juni 2023 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til: hans.m.mittuni@skulin.fo ella rks@skulin.fo

Meira fæst at vita um størvini á Brúnni við at seta seg í samband við

Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóra á tel. 237133.

____________________________________________________________________

Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 510 næmingar, av hesum eru 52 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.