Leys størv
Størv sum lærari í Skúlanum á Giljanesi eru nú leys at søkja.
Hevur tú hugsjónir og dirvi at ‘standa saman um barnið’ í Vágum, og vil tú gerast partur av einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu lærarastørvunum í Skúlanum á Giljanesi.
Skúlaárið 2025-26 tørvar okkum:
2 tíðaravmarkað størv við setan frá 1. august 2025. Setanarbrot 1
1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 25/26 við setan frá 1. august 2025 vegna avlopstímar. Setanarbrotið verður endaliga sett 1. september.
Harumframt tørvar skúlanum 1 møguliga 2 tímasett størv sum vikarur við í minsta lagi 10-15 tímum um vikuna í miðal hvønn mánað sum sjúkravikarur og fastur avloysari. Hesi størvini kunnu eisini seinni umskipast til fastlønt størv vegna avlopstímar ella umskipanir gjøgnum árið.
Um størvini
Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans, vilja menna seg sjálvan og skúlan, sýna næmingum og undirvísing eldhuga og vilja fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin.
Harafturat søkja vit eftir lærarum sum:
duga at virka í toymi.
eru fyrikomandi.
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar sum eru í gerandisdegnum í skúlanum.
vilja menna skúlan.
eru stundvísir og røkin.
eru stinnir kt-brúkarar og duga væl at brúka m.a. Teams, IntoWords, Wiseflow, Office 365 og bóka- og undirvísingarportalar, ið Nám og Dansk Gyldendal veita.
tora at bjóða mørkunum av.
Førleikakrøv
Umsøkjarar, við prógvi sum lærari, og umsøkjarar sum fáa prógv í summar, kunnu søkja størvini á jøvnum føti. Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum kunnu hava fyrimun.
Okkum tørvar:
lærarar í øllum deildum.
flokslærara til grunddeild, miðdeild og til hádeild.
Lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum hava fyrimun:
Alis og evnafrøði, støddfrøði, náttúra og tøkni, lívfrøði, landafrøði, danskt, enskt, kristni og ítrótt í hádeild.
Støddfrøði, náttúra og tøkni, danskt og svimjing (gentur) í miðdeild.
Støddfrøði, ítrótt og svimjing (gentur) í grunddeild.
Um skúlan
Skúlin á Giljanesi er partur av verkætlanini ‘Saman um barnið’. Hetta merkir, at vit arbeiða undir einari felags barnafatan, sum byggir á barnarættindasáttmálan. Endamálið hjá skúlanum er í samstarvi við heimið og hinar stovnarnar á oynni at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi tilboð frá 1. flokki til loknan fólkaskúla. Við trivnaði, samstarvi og felagsskapi er lærdómur okkara aðalmál.
Í Skúlanum á Giljanesi ganga væntandi 280 næmingar í 1.-9. flokki komandi skúlaár.
Lønar- og setanartreytir
Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til ester.poulsen@skulin.fo, merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl kl 13:00. Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Væntandi verða samrøður í viku 18.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Ester Poulsen á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til ester.poulsen@skulin.fo