Leys størv

Størv í Skúlanum við Streymin

Hevur tú fakligt høgt støði, góðan arbeiðsmoral og positivan hugburð, so hevur tú rættan profil til Skúlan við Streymin!

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. aug; skúlaárið 2023-24.

Á SvS er talan um:

* 1 fast lærarastarv
* 5 tíðaravmarkað størv fyri lærarar í farloyvi, niðursett tímatal og avlopstímar.
* 2 námsfrøðiligir stuðlar. Harav 1 fast starv á brot 0,75.
* Vikarur

Tørvur er á lærarum í øllum deildum at undirvísa í støddfrøði, føroyskum, náttúru & tøkni, H/L og kunningarfakum.

Í Lonini (sertilboð skúlans) er talan um:

* 1 fast lærarastarv
* 2 tíðaravmarkað lærarastørv
* 1 námsfrøðiligur stuðul

Tørvur er á lærarum, sum hava árræði og brenna fyri at skipa eitt mennandi og gott sertilboð, sum brynjar okkara næmingar til vaksna lívið.

Lønar- og setanartreytir: Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Skúlin við Streymin hevur 209 næmingar í 1.-10. flokki, 28 lærarar, 3 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar umframt onnur starvsfólk.

Í umsókn tíni verður tú biðin um at lýsa, hvussu títt íkast kann lyfta og menna skúlan!

Umsóknir við CV, avrit av prógvi og møgulig ummæli skulu vera skúlanum í hendi seinast hósdagin 1. Juni 2023. svs@svs.fo. Nærri kunning fæst við at ringja ella skriva til skúlastjóran, Marjun Stauss: marjun.stauss@skulin.fo; tlf. 25 70 69


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.