Leys størv
Til skúlaárið 2025/2026 søkir Sands skúli eftir:
Einum lærara í tíðaravmarkað starv at lesa avlopstímar (u.l. 20 tím.)
Endaliga tímatalið verður ásett í sept. 2025
Einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi
Einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv, 22 tímar um vikuna.
Lærarastarvið eru lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.
Vit vænta av tær, at tú:
hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
er fyrikomandi, vísir ein jaligan hugburð og dugir at samstarva
vil vera við til áhaldandi at menna skúlan og teg sjálvan
dámar avbjóðingar og torir at ganga nýggjar leiðir
hevur áræði til at taka ábyrgd og er sjálvbjargin
Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:
undirvísa í flest øllum lærugreinum í 1. til 5. flokki
verða flokslærari
Vit bjóða:
góðar arbeiðsumstøður í góðum hølum
eldhugaðar starvsfelagar, ið dáma at ganga nýggjar leiðir og eru opin fyri nýggjum hugskotum.
Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. apríl 2025 kl. 17.00. Umsóknir skulu sendast til:
Sands skúli
Heimasandsvegur 96
210 Sandi
ella við telduposti til sands.skuli@skulin.fo
Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Liliuna Clementsen á tlf.254501 ella við telduposti til lilian.clementsen@skulin.fo
Tey, ið verða sett í størvini, skulu játtað, at barnaváttan verður umbiðin.
Í Sands skúla ganga 38 næmingar í 1. – 5. flokki komandi skúlaár
Heimasandsvegur 96 210 Sandi sands.skuli@skulin.fo