Leys størv

Størv í Sands skúla

Til skúlaárið 2019/2020 søkir Sands skúli eftir:

Lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi
Lærara í tíðaravmarkað starv at lesa møguligar avlopstímar (uml. 8 tímar).  Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. okt. 2019

Námsføðiligum stuðli tíðaravmarkað starv, 20 tímar um vikuna.

Lærarastarvið er lønt sambart avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2

Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Vit vænta av tær, at tú:

hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
vil vera við til áhaldandi at menna skúlan
hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at:

verða KT-vørður
undirvísa dreingjum í ítrótti og svimjing
undirvísa í øllum lærugreinum í 1. til 5. flokk

Umsóknir við avriti av prógvi, cv og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. juni 2019 kl. 12.00 Umsóknir skulu sendast til:

Sands skúli

Heimasandsvegur 96

210 Sandi

ella við telduposti til  sands.skuli@skulin.fo

Meiri fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Betty Hansen á tlf. 361647 ella 580791 ella við telduposti til betty.hansen@skulin.fo

                                                                                                           Í Sands skúla fara at ganga, komandi skúlaár, uml. 45 næmingar í 1. – 5. flokki


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.