Leys størv

Størv á Sandoyar meginskúla skúlaárið 2025-2026:

Tvey størv, ið er skipað sum føst lærarastørv frá 1. august 2025.

Eitt, møguliga tvey parttíðar tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar skúlaárið 2025-26. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2025.

Tvey parttíðar tíðaravmarkað størv sum serlærari og lesivegleiðari til førleikastovuna fyri skúlarnar í Sandoynni skúlaárið 2025-26.

Tvey tíðaravmarkað størv sum námsfrøðiligur stuðul, uml. 20 klokkutímar um vikuna, til næmingar við serligum tørvi. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. oktober 2025.

Vit vænta av tær, at tú:

hevur læraraútbúgving, námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir
hevur góðar relatiónsførleikar, er fyrikomandi og samstarvshugað/ur
vil vera við til áhaldandi at menna teg sjálva/an og skúlan
vil fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin
er stundislig/ur og nærløgd/lagdur
er áhugað/ur í at skapa góða floksleiðslu
er eldhugað/ur at arbeiða við næmingum úr 6. - 9. flokki

Førleikakrøv

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd. Harafturat skal lærarin hava førleika at átaka sær at undirvísa í: støddfrøði, náttúruvísindaligu lærugreinunum, enskum, týskum, søga, samfelagsfrøði, smíð og í ítrótti og svimjing.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðiliga starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12.00. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Jacqueline Benzon, skúlastjóra á tlf. 216038 ella at senda t-post til meginskulin@skulin.fo

Væntandi verða setanarsamrøður í viku 18.

Sandoyar Meginskúli hevur 60 næmingar úr 6. til 9. flokk. Í skúlanum arbeiða 19 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, húsavørðir, reingerðarfólk og heilsufrøðingur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni