Tíðindi


Støddfrøðilærarar somu tímajáttan sum lesivegleiðarar

Støddfrøðilærararnir verða partur av førleikastovuni eftir tørvi

9. mai 2017

Í summar taka 30 lærarar prógv sum støddfrøðivegleiðarar. Hetta er diplomútbúgving, sum telur 60 ECTS-stig. Útbúgvingin gevur teimum førleika at vegleiða lærarar, leiðslu, foreldur og næmingar í støddfrøði bæði viðvíkjandi at skipa fjølbroytta undirvísing við atliti at háttalagi og innihaldi og næmingalagaðari undirvísing, so skúlin í støddfrøðiundirvísingini røkkur øllum næmingum, at nýta tøkni í støddfrøðiundirvísingini, at meta um praksis í egnum skúla, at nýta tilfar og hjálparamboð og at taka støðuroyndir/testir og meta um, hvat skal setast inn í mun til úrslitið.

Ein teirra, sum lesur til støddfrøðilærara, er Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum; í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum í mars spyr hann, hvørjar umstøður støddfrøðilærararnir fáa at arbeiða undir; tá sótu skúlaleiðslur og fyrireikaðu komandi skúlaár uttan at kenna, hvørki leiklutin hjá støddfrøðivegleiðaranum ella tíðina, ið er sett til uppgávuna. Vit hava spurt landsstýriskvinnuna, hvørjar umstøður støddfrøðilærararnir fáa.
- Støddfrøðivegleiðararnir fáa tímajáttan til arbeiðið eftir somu reglum sum AKT-lærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Støddfrøðilærararnir verða partur av førleikastovuni eftir tørvi, og ein nærri lýsing verður gjørd av teirra arbeiðsøki, sigur Rigmor Dam.

Støddfrøðivegleiðaraútbúgvingin er skipað av UCC í Keypmannahavn. Útbúgvingin er í fleiri pørtum. Ein partur viðger ymiskar avbjóðingar, ið veikir eins og sterkir næmingar kunnu hava í støddfrøði, og hvussu lærarin kann møta hesum næmingunum. Ein annar partur viðger, hvørji KT-amboð eru til støddfrøði, og hvussu hesi kunnu nýtast av lærara og næmingum. Ein partur viðger, hvussu støddfrøðivegleiðarin kann skipa samstarvið við starvsfelagarnar. Og undirvíst hevur verið í, hvussu vegleiðarin kann skipa kanningar á skúlanum og verða við at eygleiða í undirvísingini. Í allari útbúgvingini hevur reyði tráðurin verið, hvussu støddfrøðivegleiðarin kann samstarva við starvsfelagar og leiðslu um undirvísing í støddfrøði.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.